Fýra áttandapartsfinalur í FA Cup vóru týskvøldið, har Manchester City og Fulham vunnu á liðum úr næstbestu deildini, Fulham basti Leeds, og Blackburn sendi Leicester út.
Í gjárkvøldið vóru eisini fýra dystir, og tvey stór FA Cup úrslit vóru.
Sheffield United liggur í løtuni til uppflyting til Premier League og tók ímóti Tottenham, ið kom til Brammal Lane við sterkum liði. Einki mál kom fyrstu 77 minuttirnar, men so sló Lliman Ndiaye til fyri heimaliðið. Kane og hinir megnaðu ikki at svara aftur, og hetta sær út til at verða enn eitt ár uttan steyp hjá Spurs.
Tað er ógvuliga ósannlíkt, at Grimsby Town vinnur nakað í ár. Liðið liggur nummar 16 - undir miðjuni - í fjórðbestu ensku deildini, og skal skelka fleiri ferðir afturat í FA Cup, um tað søguliga steypið skal koma í hús.
Ein slíkur varð skaptur í Southampton í gjárkvøldið. Grimsby fekk brotsspark í yvirtíðini í fyrra hálvleiki og fimm minuttir inn í 2. hálvleik, og í báðum førum umsetti írin Gavan Holohan til mál. Southampton minkaði um munin í 65. minutti, men útiliðið helt fast, og skal seinni í mánaðinum spæla sína fyrstu FA Cup fjórðingsfinalu síðani 1939. Hon verður eisini móti Premier League-liðið í Suðuronglandi: Brighton
18-ára gamli Alejandro Garnacho gjørdist stóra hetjan á Old Trafford
Manchester United var í trupulleikum á heimavølli móti West Ham, ið legði seg á odda tíðliga í seinna hálvleiki tíðliga í seinna hálvleiki, tá Said Benrahma sendi bóltin upp í longra málhornið. Marcus Rashford kom á vøllin, heimaliðið fekk lagt trýst á, og í 77. minutti gjørdi West Ham sjálvmál eftir hornaspark. So lá longd leiktíð í luftini, men í 90. minutti fekk Alejandro Garnacho bóltin til vinstru í brotsteignum og seni bóltin í longra málhorn. Í yvirtíðini staðfesti innskifti Fred sigurin, eftir at Wout Weghorst vann bóltin í West Ham-brotsteignum.
Burnley vann á heimavølli móti Fleetwood, sum spælir eina deild lægri. Útiliðið fekk reytt kort í 45. minutti, men oddaliðið í The Championship fekk ikki hol á fyrrenn í 90. minutti, tá Connor Roberts sló til. Liðið hjá Vincent Kompany skal seinni í mars á vitjan hjá Manchester City.
Úrslitini í áttandapartsfinalunum:
Í gjár, mikudagin 01.03
Southampton - Grimsby 1-2
Burnley - Fleetwood 1-0
Manchester United - West Ham 3-1
Sheffield United - Tottenham 1-0
Týsdagin 28.02
Stoke - Brighton 0-1
Leicester - Blackburn 1-2
Fulham - Leeds 2-0
Bristol City - Manchester City 0-3
Úrslitið av lutakastinum til fjórðingsfinalurnar í gjárkvøldið:
Manchester United - Fulham | 18/19 mars | |
Brighton & Hove Albion - Grimsby Town | 18/19 mars | |
Sheffield United - Blackburn | 18/19 mars | |
Manchester City - Burnley | 18/19 mars |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald