Shrewsbury Town, ið til dagliga spælir í triðbestu deildini, stríddi seg til Anfield við at venda 0-2 til 2-2 á heimavølli fyri níggju døgum síðani. Suverana ósigraða oddaliðið í Premier League var uttan teir flestu av føstu leikarunum, men í kvøld verður liðið uttan allar leikararnar, ið eru partur av fyrstaliðshópinum, umframt venjaran. Jurgen Klopp gjørdi beinanvegin greitt, at hann og hansara hópur ikki fara at møta upp til umdystin.
Orsøkin er, at Premier League hevur lagt eina vetrarferiu inn, sum Liverpool hevur nú. FA hevur tó, uttan at spyrja feløgini, lagt umdystirnar inn í dag og í morgin. Hetta gongur Klopp ikki við til, og eins og í Carabao Cup gav týski venjarin eykaliðsvenjaranum teymarnar og teimum ungu og óroyndu møguleikan. Harvið verður Neil Critchley á síðulinjuni. Hóast tað als ikki kemur at líkjast Liverpool-liðinum, ið vit kenna, so er Liverpool ein lítil faovrittur at koma víðari.
Fýra aðrir dystir eru í kvøld, og av teimum er bert Newcaslte úr Premier League. Tottenham og Southampton spæla í annaðkvøld.
FA Cup 4. umfar (umdystir)
Týsdagin 4. februar
19.45:
Liverpool - Shrewsbury Town
Birmingham City - Coventry City
Derby County - Northampton Town
Cardiff City – Reading
20.05:
Oxford United - Newcastle
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald