Fótbóltur

FA Cup: Yvirlit yvir stóra steypadagin

22 dystir eru leiktir í heimsins elstu steypakapping í dag. Øll stórfeløgini greiddu sína skyldu.

Cesc Fabregas var kensluborin, tá hann varð klappaður av vøllinum í London í dag. Hetta er allarhelst seinastu ferð, at hann spælir við Chelsea
(Mynd: The Independent)

Cesc Fabregas var kensluborin, tá hann varð klappaður av vøllinum í London í dag. Hetta er allarhelst seinastu ferð, at hann spælir við Chelsea (Mynd: The Independent)

2019-01-05 20:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðliga í januar fer FA Cup av álvara í gongd, tá komið er til 3. umfar. Tá koma Premier League-liðini við, og tá er tað tey stóru ímóti teimum lítlu og lið úr lægru deildunum kunnu yvirraska.

Tey heilt stóru, United, Chelsea og Arsenal, vunnu trygt. Ikki stórt, eins og Totteham í gjárkvøldið (7-0 á Tranmere), men tó uttan at koma í trupulleikar. Solskjær fekk sín fimta sigur sum United-venjari, og Cesc Fabregas tyktist at siga farvæl við Stamford Bridge og enskan fótbólt. Miðvallarin er eftir øllum at døma á veg til Monaco.


Les eisini: United víðari í FA Cup

Bristol City úr næstbestu deildini sendi í fjør fleiri Premier League lið út úr minni steypakappingini; m.a United. Í dag vann Bristol 1-0 á Huddersfield. Størsta yviraskilsi var tó, at Gillingham úr triðbestu deildini sendi Cardiff út. Annars vóru ikki nógv úrslit, ið vaktu ans; West Ham og Everton vunnu eisini á liðum úr lægru deildum.  

FA Cup 3. Umfar: 
Bournemouth – Brighton 1-3 
Burnley –
Barnsley 1-0 
Manchester United –
Reading 2-0 
Sheffield Wednesday - Luton 0-0 *
Shrewsbury – Stoke 1-1 *  
West Bromwich –
Wigan  1-0 
West Ham –
Birmingham 2-0 
Accrington –
Ipswich 1-0
Aston Villa – Swansea 0-3
Bolton –
Walsall 5-2
Brentford –
Oxford 1-0
Chelsea –
Nottingham 2-0
Derby – Southampton 2-2 *
Everton –
Lincoln 2-1 
Fleetwood – Wimbledon 2-3
Gillingham –
Cardiff 1-0
Middlesbrough –
Peterborough 5-0
Blackpool - Arsenal 0-3
Bristol City 
- Huddersfield 1-0
Crystal Palace 
- Grimsby 1-0
Newcastle - Blackburn 1-1 *
Norwich - Portsmouth 0-1

*Skulu spæla umdyst

Í morginrtu átta dystir, har millum annað Manchester City skalroyna seg móti Rotherham úr næstbestu deildini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder