Fótbóltur

Fáa longu fyrsta oddabrakið

HB vitjar Víking í Sarpugerði í kvøld, og dysturin kann veruliga vísa, hvønn veg kappingarárið kann fara hjá liðunum. Fyrsta bríksl verður klokkan 18.

Hanus Sørensen og HB skulu, eins og í fjør, royna at vinna í Sarpugerði. Geza Turi og Víkingur hava tó sum sp bara vunnið seinnastu mongu mánaðirnar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hanus Sørensen og HB skulu, eins og í fjør, royna at vinna í Sarpugerði. Geza Turi og Víkingur hava tó sum sp bara vunnið seinnastu mongu mánaðirnar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-15 09:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ógvuliga tíðliga í kappingarárinum. Eftir dystin í kvøld fara bæði HB og Víkingur at hava 25 dystir eftir í Betrideildini, og samanlagt 129 vera dystir eftir at spæla. 

Dysturin í kvøld kann veruliga vísa, hvønn veg kappingarárið kann fara hjá liðunum. Víkingur stendur sum favorittur - við heimavøllinum og 14 sigrum á rað í kappingardystum. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen vísti stórt støðufesti í seinnu hálvu í fjør og vann millum annað á júst HB í Havn. Víkingur byrjaði eisini hetta kappingarárið við tryggum sigri á útivølli móti 07 Vestur.

Les eisini: Ongantíð veruligur ivi um stigini

Nú kemur ein størri avbjóðing. HB hevur gamaní mist ymiskar spælarar í vetur, hevur nakrar skaðar o.s.fr, men liðið hevur koppað bæði KÍ (í stórsteypadystinum) og nógv umrødda NSÍ-liðnum (í 1. umfari) síðstu vikurnar. Nógvir ungir spælarar hava gjørt vart við seg - millum annað Áki Samuelsen, sum í øllum førum í løtuni skal vera størsti álopskendi profilurin á liðnum hjá Adolfo Sormani.

Lagt er upp til ein spennandi dyst í Sarpugerði, har vinnarin - um tað verður ein - fyribils leggur seg á odda. HB og Víkingur hava bæði verið fast í topp-fýra seinastu árini, og er talan tí um ársins fyrsta "toppdyst". 

Betrideildin 2. umfar
Í kvøld, fríggjadagin 15.03
18.00: Víkingur - HB

Hinir dystirnir í umfarinum eru á skránni í morgin og sunnudagin - í báðum førum er talan um tveir dystir:

[object Object]
Mynd: fsf.fo

Portalurin hevur beinleiðis dagføringar frá dystinum - millum annað í samstarvi við dystir.fo - umframt myndir og dystarfrásøgn. Televarpið vísir dystin og FM1 sigur frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder