Fótbóltur

Fáar broytingar í landsliðshópinum

22 leikarar eru fyribils úttiknir til heimadystirnar móti Eysturríki og Skotlandi í oktober - ein miðvallarleikari kemur í hópin aftruat.

Eli Hentze kunngjørdi hópinum, har einki heilt nýtt navn í mun til seinast, er við (Mynd: Sverri Egholm)

Eli Hentze kunngjørdi hópinum, har einki heilt nýtt navn í mun til seinast, er við (Mynd: Sverri Egholm)

2021-09-27 10:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hjálparvenjarin á A-landsliðnum, Eli Hentze, hevur júst avdúkað nøvnini á teimum 22, ið eru úttiknir til dystirnar, sum verða leiktir á Tórsvølli 9. og 12. oktober móti ávíkavíst Eysturríki og Skotlandi.

Håkan Ericson var ikki til staðar av persónligum ávum, og Eli Hentze legði millum annað út við at takka føroysku áskoðarunum, ið vóru við til at geva heilt góðar upplivingar fyrst í september. Venjarin fegnast um, at áskoðarar aftur kunnu vera á Tórsvølli skjótt, og síðani fór sandingurin at greiða frá, nú tá talan var um tveir dystir ístaðin fyri tríggjar, so eru færri leikarar úttikinir hesuferð.

[object Object]
Eli Hentze gleðist um, at fleiri góðar fótbóltsupplivingar hava verið á Tórsvølli í mánaðinum og sær fram til tveir spennandi dystir í oktober (Mynd: Sverri Egholm)

Í fyrstu syftu er talan um 22 leikarar, men ein kemur afturat skjótt. Bíða verður eftir, hvussu skaðastøðan hjá leikarum til verjukenda miðvallaraplássið broytist í vikuni. Her er talan allarhelst um fyrst og fremst KÍ-liðformannin, Jákup Biskopstø Andreasen, ið ikki hevur spælt nakran dyst, síðani landsliðið seinast var savnað . Heðin Hansen úr HB er eisini darvaður av skaða.

Teir, sum annars vóru við til dystirnar seinast, men sum ikki nú, eru Daniel Johansen, Kaj Leo í Bartalsstovu og John Frederiksen. Kaj Leo var ikki á vøllinum í nøkrum av dystunum fyrst í mánaðinum, John fekk sínar fyrstu A-landsliðsminuttir móti Danmark og Daniel Johansen fekk debut móti Moldova, har vinstri bakkurin spældi allar 90 minuttirnar og spældi væl.

[object Object]
Viljormur Davidsen var ikki við til seinastu tríggjar dystirnar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Daniel kom inn í hópin, tá Viljormur Davidsen og Ári Mohr Jónsson noyddust í sóttarhald, beint eftir at teir komu til Føroya. Teir báðir eru aftur úttiknir hesuferð. Hørður Askham, ið kom inn í hópin, eftir at Rógvi Baldvinsson hevði givið avboð, er úttikin. HB-miðverjin er tann einasti leikarin, sum er úttikin hesuferð, og sum ikki varð upprunaliga úttikin til dystirnar til Ísrael, Danmark og Moldova.

Málverjar: 
Gunnar Nielsen, FH (ÍS)
Teitur Matras Gestsson, HB
Mattias Lamhauge, B36

Verjuleikarar: 
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds BK (NOR)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DAN)
Ári Mohr Jónsson, Sandnes Ulf (NOR)
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Sonni Ragnar Nattestad Dundalk FC (ÍRL)
Hørður Askham, HB
Heri Hjalt Mohr, HB 

Miðvallarar: 
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (SVØ)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Tróndur Jensen, NSÍ
René Shaki Joensen, HB)
Hallur Hansson (Einki felag)
Petur Knudsen, Lyngby (DK)

Áleyparar: 
Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren (BEL)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne FK (NOR)
Andreas Lava Olsen, Víkingur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder