Triðbesta deildin hjá monnum er ikki tann, ið fær mest uppmerksemi í miðlunum og í prátið annars, men í farnu viku vakti tað ans, at 50-ára gamli Eddie Mikkelsen hjá NSÍ skeyt hattrik uppá 13 minuttir í Klaksvík
Hetta var í dysti í 2. umfari týskvøldið. 3. umfar varð leikt í gjár, og har komu heili 23 mál - næstan fimm í miðal pr. dyst.
Merkisvert var millum annað, at Ken Fagerberg gjørdist matchvinnari fyri næstbesta liðið hjá TB, ið vann 4-3 á triðbesta liðnum hjá Vìkingi við Stóra. Mikudagin boðaði TB frá, at samstarvið við 31-ára gamla sviian var endað. Fagerberg hevur seinasta árið spælt 12 dystir fyri besta liðið hjá TB. Hann hevur ikki skorað nakað mál, men hóast nógv darvaður av skaða, hevur áleyparin gjørt mun í nøkrum av dystunum, ið hann hevur leikt.
Tað er júst støðan við kroppinum, sum ger, at Ken Fegerberg ikki kann vera við í fremstu røð longur. Hetta greiddi hann einari svenskari heimasíðu frá í vikuni.
Les meira: Fagerberg: Kroppurin orkar ikki meira
Tað hoyrdist annars fyri stuttum, at Ken Fagerberg møguliga fór at skifta til felag norðanfyri, nú flytingarvindeygað fór at lata uppaftur, men sum nú er sær 2. deild út til at vera staðið, har royndi áleyparin fer at spæla komandi tíðina.
Allan Norðberg í eyðkendum stíli (Mynd: Sverri Egholm)
Hann er kendur frá A-landsliðnum í hondbólti, og hann hevur seinastu tvey árini spælt fyri KA á Akureyri. Men hann dugir eisini at spæla fótbólt: Allan Norðberg, ið er heima í summarferiu í løtuni, skoraði í gjár fyri næstbesta liðið hjá Skála í 5-0 sigrinum á teimum næstbestu hjá EB/Streymi.
26-ára gamli strandingurin hevur sambært FaroeSoccer eitt heilt gott miðaltal, tá tað kemur til mál í 2. deild: Hann hevur spælt 25 dystir og skorað 18 mál - tey allarflestu í 2013 og 2016.
Á liðnum hjá Skála vóru annars royndir leikarar sum Frank Poulsen, Erland Berg Danielsen og Ólavur Mikkelsen og so tann heilt royndi Jonhard Frederiksberg.
Í umfarinum taptu tvey av liðunum, ið hava sítt besta lið í deildini; mest merkisvert tapti FC Suðuroy, ið veruliga roynir at flyta upp og sum vann trygt í 1. og 2. umfari, á Eystanstevnu. Royn fekk sínu fyrstu trý stig í ár við 3-0 sigri á KÍ.
3. umfar:
Leygardagin 13.06:
NSÍ - FC Suðuroy 4-1
Skála - EB/Streymur 5-0
TB - Víkingur 4-3
Undrið - B68 1-2
Royn - KÍ 3-0
1
|
3
|
3
|
0
|
0
|
14
|
4
|
+10
|
9
|
||
2
|
3
|
3
|
0
|
0
|
8
|
1
|
+7
|
9
|
||
3
|
3
|
2
|
0
|
1
|
10
|
5
|
+5
|
6
|
||
4
|
3
|
2
|
0
|
1
|
9
|
4
|
+5
|
6
|
||
5
|
3
|
2
|
0
|
1
|
8
|
9
|
-1
|
6
|
||
6
|
|
3
|
1
|
0
|
2
|
6
|
7
|
-1
|
3
|
|
7
|
3
|
1
|
0
|
2
|
6
|
11
|
-5
|
3
|
||
8
|
3
|
1
|
0
|
2
|
4
|
9
|
-5
|
3
|
||
9
|
3
|
0
|
0
|
3
|
4
|
8
|
-4
|
0
|
||
10
|
3
|
0
|
0
|
3
|
2
|
13
|
-11
|
0
|
Talva: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald