Annað

Fagna ítróttinum í kvøld

ÍtróttaFAGNAÐURIN verður sendur í sjónvarpinum klokkan 20.

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2023-02-04 17:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í kvøld klokkan 20 fer stóra tiltakið Ítróttafagnaðurin av bakkastokki.

Tiltakið hevur til endamáls at seta sjóneykuna á føroysk ítróttafólk, hjálparfólk, leiðarar, venjarar, eldsálir o.o. sum virka í føroyska ítróttaheiminum feløgum og - sambondum.

Á ÍtróttaFAGNAÐINUM verða ÍtróttaNAVN, ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ, ÍtróttaFELAGSSKAPURIN, ÍtróttaÁTAK, ÍtróttaFYRIMYNDIN umframt Heiðursskjal Poul E. Petersen.

Kringvarpið sendir beinleiðis í sjónvarpinum frá tiltakinum , sum verður í Norðurlandahúsinum. Byrjað verður at senda klokkan 20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder