Fótbóltur

Famijan orsøkin til at hann bakkaði út

Eirik Bakke var í Klaksvík, og sambært Tummasi Lervig var alt til reiðar. Norðmaðurin hoppaði tó frá, og nú leitar KÍ eftir øðrum loysnum, skrivar Norðlýsið.

Eirik Bakke segði nei, tí familjan ikki vildi flyta til Føroyar. KÍ skal helst hava nýggjan hjálparvenjara uppá pláss áðrenn venjingarleguna í Portugal, sum byrjar 31. januar

Eirik Bakke segði nei, tí familjan ikki vildi flyta til Føroyar. KÍ skal helst hava nýggjan hjálparvenjara uppá pláss áðrenn venjingarleguna í Portugal, sum byrjar 31. januar

2024-01-16 20:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ hevur síðstu tíðina arbeitt við høvuðsvenjaraspurninginum. Áhugin fyri Magna Hoseth var stórur, orsakað av stóru evropeisku avrikunum hjá KÍ í fjør, og tá Lyngby so stóð og manglaði venjara og vildi hava Hoseth, so valdi norðmaðurin at fara til Superliguna.

Sí eisini: Alment: - Magne Hoseth nýggjur venjari hjá Lyngby

Eirik Bakke skuldi vera næsti maðurin. Portalurin skrivaði mikukvøldið, at Eirik Bakke eftir øllum at døma kom til KÍ, og 46-ára gamli norðmaðurin var eisini í Klaksvík um vikuskiftið og hugdi eftir umstøðunum. Alt fór tó í vaski - av persónligum ávum hjá venjaranum.

- Tað kom óvart á okkum, at Eirik Bakke ikki valdi KÍ og tað harmist eg um. Vit hava haft samráðingar í eina tið og alt var klárt. Tíðindaskriv var skrivað, myndir vóru tiknar, og vit høvdu eisini gjørt eitt sjónband har Eirik Bakke varð kunngjørdur, sum nýggjur venjari hjá KÍ

Hetta sigur Tummas Lervig við Norðlýsið í dag. Norska TV2 skrivaði í gjár um, at Bakke hevði sagt nei takk í seinastu løtu. Formaðurin hjá KÍ váttar fyri lokala miðlinum í Klaksvík, at tað stutta av tí langa er, at familjan hjá Eirik Bakke ynskti ikki at flyta til Føroyar.

Sí eisini: Bakke kemur ikki til Klaksvíkar

[object Object]
Tummas Lervig til tíðindafundin tá KÍ kunngjørdi Magna Hoseth í november í fjør. Spurningurin er, hvussu langa tíð afturat tað fer at taka, til KÍ hevur ein nýggjan venjara (Mynd: Sverri Egholm)

Harvið er KÍ í heldur keðiligari støðu. Hópurin skal byrja aftur at venja saman mánadagin, og høvuðsvenjari, og ei heldur fysiskur venjari, eru uppá pláss. Sambært Tummasi Lervig eru tó fleiri møguleikar, og formaður felagsins staðfestir, at hetta helst skal koma uppá pláss áðrenn venjingarleguna í Portugal um mánaðarskifti.

- Í tilgongdini at finna nýggjan venjara hava vit haft samband við fleiri kandidatar. Hendan tilgond heldur fram nú og vit vóna at finna ein venjara skjótast gjørligt (...) KÍ fer á venjingarlegu í Algarve tann 31. Januar og tá vóna vit, at nýggjur venjari er settur, sigur Tummas Lervig við nordlysid.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder