Annað

Fara at ganga 19 túrar niðan á Slættaratind fríggjadagin

19 ferðir út í eitt ætla Jákup Petur Eliassen og Ken Bærendsen at renna niðan á Slættaratind í einari Everesting roynd.

Tá Jákup Petur Eliassen gjørdi everesting á oyggjarvegnum í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tá Jákup Petur Eliassen gjørdi everesting á oyggjarvegnum í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-08-18 22:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jákup Petur Eliassen gjørdi tað eisini í fjør. “Everesting” eitur tað. Tá súkklaði hann 45 ferðir frá bilasøluni Auto Service og niðan á Kleynisvarða. Tað svaraði til hæddina á Mount Everest, 8.848 metrar.

Nú er tað Slættaratindur, 880 metrar høgt, á skránni, og ikki færri enn 19 ferðir ætlar hann at ganga niðan á Føroya hægsta fjall. Hetta er út í eitt.

Fríggjadagin á middegi verður byrjað, og hann væntar at tað tekur nakað yvir eitt samdøgur at gjøgnumføra.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Hetta verður strævið, ásannar Jákup Petur Eliassen, sum hevur vant fram ímóti hesum.

- Tað er eitt sindur torført at venja til akkurát hetta. Tá eg fyrstu ferð vandi, gjørdi eg tríggjar túrar niðan, og hevði anspressu trígggjar dagar aftaná. Tað er hart at renna oman, tað er hart fyri knøini serliga, greiðir Jákup Petur Eliassen frá.

- Eg gjørdi tríggjar túrar nakrar ferðir, og økti tað síðani til fýra, og síðani varð bygt meira uppá. Tað mesta eg havi gingið, er átta túrar, og tá var eg púra ferdigur.

- Fyri at vera heilt erligur, 19 er øgiliga nógv, og langt frá tí eg havi gjørt higartil.  Her skal alt eydnast fyri at vit koma ígjøgnum. Vit hopa tað fer at ganga, sigur hann.

Hann sigur seg vóna at fleiri koma at ganga við onkran túr. Hetta er eisini eitt stuðulstiltak fyri Eydnudeildina, og foreldur fara at bakað køkur samstundis sum Á stuðlar við frukt á tindinum, so onkur gularót er at koma niðan til.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder