Í løtuni hevur føroyska A-landsliðið seinastu venjingina undan EM-undankappingardystinum móti Albania á Tórsvølli.
Føroyar skulu á ymsan hátt reisa seg eftir tapið og avrikið móti Kekkia leygarkvøldið. Hetta viðurkendi landsliðsvenjarin Håkan Ericson og miðvallarin Jákup Biskopstø Andreasen eisini á tíðindafundinum fyri løtu síðani.
Svenski venjarin avdúkaði eisini eitt sindur um liðið, tá hann varð spurdur um støðuna og ætlaninirnar. Hann staðfesti, at Gilli Rólantsson Sørensen hevur leikbann (tvey gul kort í undankappingini), og at ein annar spælari harvið skal finnast til plássið sum høgri vongverju.
Hanus Sørensen úr HB er upplagda boðið. Talan verður tó ikki um ein vongbakk í 5-4-1/3-4-3. Håkan Ericson avdúkaði, at broytingar verða í leikskipanini. Talan verður tí helst um 4-5-1 ella 4-4-2. Harvið koma fleiri spælarar longur fram á vøllin - hetta er ikki sum so knýtt at gongdini í dystinum móti Kekkia, segði landsliðsvenjarin. Heldur er tað nakað sum hevur verið ætlanin allatíðina móti Albania, sum úrslit av at man hevur hugt gjølla eftir mótstøðuliðnum.
Jóan Símun er væl fyri - Brandur spælir kanska ein leiklut
Spurdur um støðuna hjá teimum báðum bestu bóltspælarunum í hópinum, segði Håkan Ericson soleiðis:
- Jóan Símun hevði eina góða rektión eftir dystin leygarkvøldið. Hann tykist at vera væl fyri og kann í morgin spæla meira enn síðst (Jóan Símun Edmundson kom inn í 58. minutt móti Kekkia, red.)
- Vit mugu fáa at síggja við Brandi. Tað er ivasamt, um hann spælir, men kanska eina løtu.
Hetta kundi bent á, at Jóan Símun Edmundsson byrjar inni ella kemur inn uppaftur fyrr, og at Brandur Hendriksson Olsen kann fáa leiklut sum jokari - hann var ikki á dómaraseðlanum leygarkvøldið.
Føroyar og Albania spæla í annaðkvøld, týsdagin 20. juni, klokkan 19.45. Meira tilfar av Tórsvølli seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald