placeholder
Fótbóltur

Fara ikki um Suðuroyarfjørð við yngru liðunum

FC Suðuroy, TB og Royn fara ikki norð um Suðuroyarfjørð so leingi Herjólfur III siglir.

(Mynd: FC Suðuroy)

(Mynd: FC Suðuroy)

2022-08-20 21:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- So leingi sum Herjólfur røkir Suðuroyarleiðina burturav, luttaka barna- og ungdómslið hjá FC Suðuroy frá U13 ár og yngri ikki í fótbóltskappingum norðanfjørðs. 

Hesum boðar FC Suðuroy frá.

Hetta er sama avgerð sum TB og Royn eisini hava tikið, og er galdandi so leingi Herjólfur III røkir suðuroyarleiðina fyri Smyril.

- Í fyrsta lagi eru tað ov nógvar óvissur, bæði hvørt bilar og ítróttarfólk sleppa bæði norður og suðuraftur sama dag. Harnæst er tað eisini sjálv ferðatíðin, at børn mugu heimanífrá kl. 5 um morgunin og eru ikki heimaftur fyrr enn seint á kvøldi. Ikki minst, so eru tað eisini fleiri, sum ikki eru heilt trygg við at sigla við einum skipi, sum er so nógv minni enn Smyril, nú vit fara út í september, sigur FC Suðuroy.

Felagið sigur, at longu nú er eisini greitt, at tað verða fá lið, sum koma suður til kappingar, tí øll lið (uttan FC Hoyvík) meldaðu avboð til kappingar og dystir í Suðuroynni í dag, 20. august.

Ístaðin verða kappingardagar skipaðir millum FC Suðuroy, TB og Royn, fyri øll liðini sum eru frá U13 ár og yngri. Kappingardagarnir vera skiftivís í Vági, á Tvøroyri og í Hvalba.

- Vit í nevndini í FC Suðuroy harmast um støðuna, men vóna at fáa sum best burturúr saman við barna- og ungdómsliðum hjá TB og Royn komandi vikurnar, sigur FC Suðuroy.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder