Ríðisamband Føroya: Ungu reiðkvinnunar Ester Dahl á Heygum og Ragnheiður Ólafsdóttir, hava fyrireikað seg í fleiri ár til at fara uttanlanda at kappast við teirra rossum.
Tað er ikki einki av tíð, orku og pengum tær báðar Ester Dahl á Heygum og Ragnheiður Ólafsdóttir hava lagt í, nú tær skula kappast til NM í Álandi komandi mánað. – Vit hava í dag vitja tær báðar í Svenstrup uttanfyri Ålborg.
Seinastu árini hava tær báðar brúkt nærum alla frítið at venja hestarnar Vorboða og Huga úti í Havnardali, tær meta sjálvar at undantikið tær fáu vikurnar rossini hava havt summarfrí seinastu árini, hava tær brúkt í miðal 3 til 6 tímar hvønn dag at venja og ansa hestarnar. Umframt hetta hava tær, nú tær fara til Danmarkar at fyrireikað seg, brúkt alla summarfrítíðina og eitt sindur afturat, fyri at vera so væl fyri til NM sum gjørligt. Tær siga skemtandi at sosiala lívið, vinfólk og familja er av álvara forsømt hesa tíðina, men at tíðin røkkur ikki til bæði um man skal kappast á høgum altjóða støði.
Nú hava tær so eisini tikið tað stóra stigið, at fara til Danmarkar ein heilan mánað undan NM kappingina í Álandi í august, tær vera tískil burtur í nærum 6 vikur, hetta so at tær og hestarnar kunna venja seg við hitan og tær øðrvísi umstøðurnar sum eru til kappingar uttanlanda. Sum liður í hesum so fara tær at luttaka í DM ið verður nú komandi vikuskiftið.
Spurdar um hvørjar vónirnar eru, so siga tær báðar at tær vóna at tær til NM kunna koma í eina b finalu, tað vil siga millum 10 tey bestu í teirra bólki ið er ungreiðfólk. Ragneiður Ólafsdóttir er 21 ár og er hetta hennara seinasta ár í tí bólkinum, meðan Ester Dahl á Heygum er 16 ár og er hetta hennara fyrsta ár í hesum bólki. Tær luttaka báðar í fjórðgongd, Ragnheiður Ólafsdóttir og Hugi eru eisini við í T1 meðan Ester Dahl á Heygum og Vorboði eisini luttaka í T2.
Til DM hava tær ikki sett sær neyv mál, tí tær eru so nýligina komnar til Danmarkar, men tann kappingin er bonus og góð fyrireiking fyri tær og rossini undan NM.
Tær búgva nú á rossagarðinum hjá Rasmus Møller Jensen í Svenstrup í Norðurjyllandi. Rasmus Møller Jensen er millum fremstu reiðfólk í Danmark og skal hesa tíðina leggja lag á hjá teimum báðum. Vanliga kostar tað nógv at fáa undirvísing á tí støðinum, men tær hava gjørt avtalu um at tær hesa tíðina hjálpa til á garðinum, við at venja onnur ross og annars at ansa rossum.
Sjálvt um tær fáa góða hjálp frá stuðlum, ríðisambandinum og teirra felag, so kostar hetta ævintýrið teimum eisini nógvar pengar úr egnum lumma. Tær meta at tað kostar áleið 60 til 70 túsind pr ross sum ferð til Álands, akkurát hvussu nógv tær sjálvar koma at gjalda, vita tær helst ikki fyrr enn aftaná tær eru komnar heim.
Umframt tær báðar so fara eisini Knút Lútzen og Beinta P. Debes at umboða Føroyar til NM.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald