placeholder
Hondbóltur

Faroe Islands Handball Cup: Fleiri enn 500 børn og ung fara at kappast í Vági

Tilmeldingarfreistin er farin, og 59 lið luttaka í kappingina, sum byrjar um ein mánað.

Marghøllin verður, eins og VB-høllin nýtt, til dystirnar í kappingini

Marghøllin verður, eins og VB-høllin nýtt, til dystirnar í kappingini

2020-07-02 21:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í august verður hondbóltskappingin Faroe Islands Handball Cup á fyrst sinni í Vági. Og nú tilmeldingarfreistin er farin, er tað greitt, at tað eru meldaði 59 lið til kappingina og tilsamans fleiri enn 500 børn og ung, sum koma til Vágs at kappast í døgunum 3. til 5. august.

Spælt verður í Marghøllini og Vágs Høll. Fríløturnar verða millum annað brúktar saman í Páls Høll, Marghøllini og í miðbýnum í Vági, har stór telt verða sett upp og møguleikin verður at njóta løturnar saman við øllum hinum ungu, sum vitja í Vági í samband við hondbóltskappingina.

Hetta boða fyrireikararnir til kappingina frá, og komið er væl áleiðis: Skráin fyri kappingina og fyri dagarnar í Vági verður tøk í næstum og frætta tilmeldaði liðini meiri um hetta tá.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder