Hondbóltur

Faroe Islands Handball Cup verður 2. til 4. august

Hondbóltsungdómur savnast aftur í Vági í summar.

2021-02-25 09:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Herfyri varð Vágs Bóltfelag heiðrað við ÍtróttaÁtakinum 2020 fyri tiltakið Faroe Islands Handball Cup, sum varð hildi á fyrsta sinni í fjør.

Nú boðar VB frá, at stóra hondbóltstiltakið verður aftur í ár í døgunum 2. til 4. august. Stevnan er fyri gentur og dreingir í aldursbólkunum frá U10 til og við U16.

Faroe Islands Handball Cup bjóðar tríggjar dagar við hondbóltsspæli, har spælt verður í Marghøllini (og møguliga í Vágs Høll) í Vági í døgunum.

Umframt hondbóltsupplivingar, verða eisini onnur á skránni. Fyrireikararnir lova luttakarunum “upplivingar fyri lívið í framúr góðu umstøðunum í Vági, bæði í hallum, í nærumhvørvinu, á fjørðinum og úti í náttúruni annars. Kvøldini verða merkt av hugna og samveru, har tey ungu njóta løturnar saman í Vági.”

Faroe Islands Handball Cup skipar fyri gisting, máltíðum og fyri flutningi yvir í Marghøllina og aftur.

Tilmeldingin er nú latin upp. Hon fer fram á heimasíðuni hjá Faroe Islands Handball Cup   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder