Lutakastið til bólkabýtið í HM endaspælinum fyri U21-landslið hjá monnum var fyri løtu síðani. Tað fór fram í Katowice í Póllandi, ið er ein av vetsbýnum fyri HM-endaspælinum hjá monnum, sum er í gongd nú.
Tøknin riggaði einki serligt, og tað var heldur trupult at fáa yvirlit útfrá stroymingini, men tað gjørdist at enda greitt, at Føroyar vóru komin í bólk við Spania, Japan og Angola.
Bólkur D:
Spania
Føroyar
Japan
Angola
Dystirnir verða spældir 20, 21 og 23. juni.
Spania gjørdist í juli í fjør evropameistari fyri U20-landslið, og talan er harvið helst um eitt av allartruplastu liðunum, ið Føroyar kunnu spæla ímóti. Tá árgangirnir hittust í European Open í 2019 vunnu Føroyar á spaniólum, men ymiskt kann vera broytt síðani.
Í EM-endaspælinum í fjør endaðu Føroyar í topp-10 og vunnu sær harvið atgongd til hetta HM-endaspælið fyri U21-landslið. Føroyar eru við hesum eisini styrkismettar í næsthægsta styrkisbólki, og hóast vit ikki kenna so nógv til Japan og Angola, so kann útfrá søguni hjá hondbóltstjóðunum metast, at Føroyar í øllum førum hava góðan møguleika at basa asiatiska og afrikanska liðnum. Á pappírinum er evnaríka føroyska liðið tí helst favorittur at vinna seg víðari - Japan er tó asiatiskur meistari í árganginum.
Tá Føroyar vóru við til U21 HM í 2017 eydnaðist at koma víðari. Tá var tó talan um bólk við seks liðum, har fýra lið komu víðari. Hesuferð koma tvey lið víðari til høvuðsumfarið (millumumfarið)
Bólkurin hjá Føroyum verður spældur í Magdeburg í Týsklandi. Tveir bólkar eru á skránni í Grikkalandi. Um Føroyar koma víðari er møguleiki at hitta millum annað Frakland og Kroatia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald