Í gjárkvøldið vórðu tær flestu uppgerðirnar í 1/16-finalunum avgjørdar.
Les meira: Arsenal fall móti Olympiakos
Banamenninir hjá Arsenal skulu royna at fella enn eitt enkst felag í áttandapartsfinalunum.
FCK koppaði skotsku meistarunum í gjárkvøldið, og skulu svølgja ein stóran bita í áttandapartsfinaluni. Istabul Basaksehir er ongantíð komið so langt í evropeiskum fótbólti, men sigurin á Sporting Lissabon var flottur, liðið liggur nummar eitt í Turkalandi, hevur ein spennandi hóp, og er krútsterkt á heimavølli.
Manchester United, ið vann 5-0 í gjár, skal til Eysturríkis. Liðið hjá Solskjær eigur ikki at fáa trupulleikar av LASK yvir tveir dystir. Inter fer helst at senda Getafe út, men spanska felagið hevur argað tey stóru í La Liga í ár og sendi í gjár Ajax út. Inter er størsti favorittturin at vinna Europa League.
Roma og Sevilla hittast til eina aðra áhugaverdan spansk-italienska uppgerð. Sevilla hevur vunnið kappingina fimm ferðir síðani 2006.
Áttandapartsfinalurnar í Europa League:
Istanbul Basaksehir - FCK
Olympiakos - Wolves
VLF Wolfsburg - Shakhtar Donetsk
Inter Milan - Getafe
Sevilla - AS Roma
Eintracht Frankfurt/Salzburg * - FC Basel
LASK - Manchester United
*Seinni dysturin spældur í kvøld - varð útsettur í gjár vegna veður (4-1 til Frankfurt eftir fyrra dystin)
Fyrru dystirnir verða leiktir hóskvøldið 12. mars - seinnu uppgerðirnar eina viku seinnu (19. mars)
Fótbóltur
Favorittarnir fingu gott lutakast
Lutakastið til áttandapartsfinalurnar í Europa League hevur júst verið. Størsta uppgerðin á pappírinum er millum Sevilla og Roma. FCK skal til Istanbul.
Romelu Lukaku og Inter eru favorittar móti Getafe - gamla felagið hjá belgiska áleyparanum fekk so gott lutakast sum gjørligt (Mynd: EPA)
2020-02-28 12:43
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald