Fótbóltur

Arsenal fall móti Olympiakos

Ein av favorittunum at vinna Europa League varð í gjárkvøldið sligin út á dramatiskan hátt. FCK spældi seg víðari við flottum sigri í Glasgow, og United kom víðari eftir stórsigur. Coronavirus og veðrið spældu inn í ávíkavist Italia og Eysturríki.

Aubameyang skoraði í longdu leiktíðini men tað gjørdi Olympiakos eisini (Mynd: EPA)

Aubameyang skoraði í longdu leiktíðini men tað gjørdi Olympiakos eisini (Mynd: EPA)

2020-02-28 08:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

15 útav teimum 16 1/16-finalunum í Europa League eru nú leiktar.

Steven Gerrard og Rangers løgdu út við sigri í Portugal mikukvøldið. Grannarinir hjá Rangers høvdu ikki blíðan byr í gjárkvøldið. Á 52-ára føðingardegnum hjá Ståle Solbakken spældu leyvurnar úr Keypmannahavn seg víðari. Innskifti Micheal Santos revsaði eitt stórt Celtic-mistak fimm minuttir inn i 2. hálvleik. Tíggju minuttir fyri leiklok fekk Eduardo hjá Celtic fullkomiliga javnvág í við brotssparki, men útiliðið vísti mentala styrki. Rasmus Falk fór til stoks og spældi væl Peb Biel frían, og spaniólin var ísakaldur frammanfyri málinum. Tríggjar minuttir seinni lukkaði ein vælleikandi Dame N'Doye uppgerðina, tá hann tók sakina í egnar hendur. Heimaáskoðarnir rýmdu, meðan teir úr FCK-leguni kundu stórfegnast í Glasgow. 

[object Object]

[object Object]
Dame N'Doye skoraði til 3-1, og eftir seinasta bríksl stórfegnaðust teir á danska liðnum (Mynd: EPA)

Hjá Arsenal gjørdist talan um stórt vónbrot. Eftir 1-0 í Grikkalandi í seinastu viku sá tað gott út, men eftir 90 minuttir á Emirates í gjárkvøldið stóð 0-1 á máltalvuni. Hetta var fyrstu ferð í 2020, at liðið hjá Mikel Arteta hevði tapt eftir 90 minuttir. Í longdu leiktíðini skoraði Aubameyang, og so var Arsenal á veg víðari. Men í 120. minutti, eftir at liðformaðurin hjá Arsenal hevði havt ein stóran møguleika at avgerða dystin, avgjørdi Yousoff Al Arabi dystin, og Olympiakos kom víðari uppá regulin um útivallarmál.

[object Object]

[object Object]
Aubameyang skoraði hegnisliga, og so var fagnaður í Arsenal-leguni (Myndir: EPA)

[object Object]
Tað bar tó ikki á mál hjá teimum í reyðum og hvítum (Mynd:EPA)

Wolves hevði so at siga gjørt alt arbeiði í fyrra dystinum - United gjørdi tað liðugt í gjár. Miðskeiðis í 1. hálvleiki helt verjuleikarin Simon Dli, at tað var eitt gitt hugskot at spæla málverji. Brotsspark og beinleiðis reytt kort (eftir langa VAR-váttan), og so legði Bruno Fernandes United á odda. Hitt nýggi leikarin, Odion Ighalo, økti stutt eftir. Hetta var fyrsta málið hjá nigeriubúgvanum í reyðu troyggjuni, og fyri hálvleik skoraði Scott McTominay til 3-0. Í 2. hálvleiki var tómgongd, men Fred kom á máltalvuna tvær ferðir seint í dystinum.

[object Object]
Odion Ighaldo skoraði til 2-0 eftir upplegg frá Mata (Mynd: EPA)

Ajax, ið hevur staðið seg sera væl í evropeiskari kapping seinastu árini, er úti. 2-1 sigurin á Getafe á heimavølli var ikki nóg mikið. Í Istanbul framdi heimaliðið bragdið. Í yvirtíðini sendi Edin Visca dystin í longda leiktíð, og í 120. minutti sendi bosniski miðvallarin Basaksehir víðari. Turkiska liðið hevur ongantíð verið ímillum tey seinastu 16 í evropeiskari kapping. 

Í Milano vóru eingir áskoðarar, tí Coronavirusi herjar í Norðuritalia, og ótti er fyri smittuvanda. Lukaku kom aftur á máltalvuna, tá Inter vann 2-1, og hitt italienska liðið, Roma gjørdi eisini arbeiði liðugt. Í Salzburg varð dysturin útsettur orsaka av stormávaring. Hann verður leiktur í kvøld - eftir lutakastið sum verður á døgurða í Nyon.


Mikukvøldið: 
Braga - Glasgow Rangers 0-1 (2-4 samanlagt)


Istanbul Basaksehir - Sporting Club de Portugal 4-1 e.l.l -  5-4 samanlagt
LASK   - AZ Alkmaar 2-0  - 3-1 samanlagt
Basel  - APOEL  1-0 - 4-0 samanlagt
Espanyol  - Wolves 3-2 - 3-6 samanlagt
Gent  - AS Roma 1-1 - 1-2 samanlagt
FC Porto - Bayer Leverkusen 1-3 - 2-5 samanlagt
Malmö - Wolfsburg 0-3 - 1-5 samanlagt


Sevilla  - Cluj 0-0  - 1-1 samanlagt (Sevilla víðari orsaka av regluni um útivallarmál)
Manchester United  - Club Brügge 5-0 - 6-1 samanlagt 
Celtic - FCK 1-3  - 2-4 samanlagt
Ajax  - Getafe 2-1 - 2-3 samanlagt
Inter  - Ludogorets 2-1 (4-1 samanlagt)
Benfica  - Shakhtar Donetsk 3-3 - 4-5 samanlagt
Arsenal - Olympiakos 1-2 e.l.l - 2-2 samalagt (Olympiakos víðari orsaka av regluni um útivallarmál

Liðini í grovum eru í pottinum klokkan 12.00, tá finnast skal útav, hvussu tey hittast í áttandapartsfinalunum.

Í morgin: 
17.00: Salzburg (1) - Frankfurt (4)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder