Hondbóltur

Faxe Kondi steypakappingin fer í gongd leygardagin

Kvinnurnar spæla í vikuskiftinum - menninir fara í gongd mikudagin. Liðini eru bólkaði í tveir bólkar eftir støðuni í landskappingini.

Kyndil og StÍF bresta saman í 1. umfari hjá kvinnum leygarkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Kyndil og StÍF bresta saman í 1. umfari hjá kvinnum leygarkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-14 17:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Støðgur er nú í landskappingunum í hondbólti í vaksnamannadeildunum. Komandi vikurnar verður steypakappingin spæld, og vikuskiftið 20. – 21. februar verður stóra finaluvikuskiftið í Høllini á Hálsi.

Liðini eru bólkaði í tveir bólkar eftir støðuni í landskappingini, soleiðis at liðini sum liggja nummar 1, 4, 5 og 8 fara í ein bólk, meðan lið nummar 2, 3, 6 og 7 fara í ein bólk. Hesum boðar HSF frá í dag.

Tað eru sjey lið í fremstu deildunum, so lið nummar átta er liðið sum vann  undandystirnar. Bæði hjá kvinnum og monnum vann H71 2.

Eftir bólkaspølini verða hálvfinalur millum nummar 1 í øðrum bólkinum og 2 í hinum bólkinum við einum úti- og heimadysti til liðini.

Faxe Kondi kappingin 

Kvinnur

Bólkur 1

Leygardagin 16.01 kl. 18.00
Kyndil – StÍF
VÍF – H71 2

Sunnudagin 24.01
H71 2 – Kyndil

Mikudagur 27.01.
VÍF – StÍF

Sunnudagin 31.01.
Kyndil – VÍF
StÍF – H71 2

Bólkur 2

Sunnudagin 17.01.21 kl. 14.00
 
Neistin - Stjørnan
H71 – VB

Leygardagin 23.01.

Stjørnan – H71

Sunnudagin 24.01.
Neistin – VB

Sunnudagin 31.01
H71 – Neistin
VB – Stjørnan


Menn

Bólkur 1

Mikudagin 20.01 kl. 20.00

H71 2 – H71
KÍF – Team Klaksvík

Leygardagin 23.01 
Team Klaksvík – H71 2

Sunnudagin 24.01 
H71 – KÍF

Mikudagin 03.02 
H71 – Team Klaksvík
KÍF – H71 2

Bólkur 2
Mikudagur 20.01

Neistin – StÍF

Hósdagur 21.01
Kyndil – VÍF

Sunnudagin 24.01.21
Neistin – Kyndil
VÍF – StÍF

Mikudagin 03.02.21 
StÍF – Kyndil
VÍF – Neistin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder