Fótbóltsfelagið FC Hoyvík hevur fingið búmerki. Tað var herfyri, at felagið Giza Hoyvík tók avgerð um at venda aftur til navnið FC Hoyvík fyri at markera, at felagið hevur fingið nýggjan heimavøll í Hoyvík.
Nú hevur nevndin í FC Hoyvík skipað fyri kapping um búmerki. Inn komu 22 uppskot, og hevndin hevur valt uppskotið hjá Bárði Mikkelsen. Leygardagin var vinningurin – ein telda – latin honum.
Búmerkið er ein samanseting av skriftypu við tekstinum “FC Hoyvík” og einum teknaðum merki, sum er formað við talinum 188, postnummari í Hoyvík. Búmerkið er ótradionelt og er teknað í einum einføldum og nútímans stíli, sum skilur seg frá øllum øðrum føroyskum fótbóltsfeløgum, skrivar FC Hoyvík í tíðindaskrivi.
Svanhild Lervig, forkvinna í FC Hoyvík handar Bárði Mikkelsen vinningin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald