Fótbóltur

FC Suðuroy bjargaði sær eitt virðismikið stig

EB/Streymur var á odda 2-0, tá eitt korter var eftir, men so skoraði heimaliðið uppá tvær deyðbóltsstøður - útjavnandi málið kom eftir 95 minuttir, og nú eru tvey stig niður til 9. plássi.

FC Suðuroy gjørdi bart seinastu løtuna. Tveir deyðbóltar og stríðsvilji gjørdu munin, og nú eru liðini aftanfyri meira kroyst (Mynd: Bjartur Vest)

FC Suðuroy gjørdi bart seinastu løtuna. Tveir deyðbóltar og stríðsvilji gjørdu munin, og nú eru liðini aftanfyri meira kroyst (Mynd: Bjartur Vest)

2025-10-05 15:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FC Suðuroy skuldi í dag eftir kærkomnum stigum móti EB/Streymi, sum er tíggju stig frammanfyri suðuroyarliðið og sum hevði vunnið báðar innanhýsis dystirnar í ár. EB/Streymur hevur tó framvegis ikki vunnið í seinnu hálvu, og hjá FC Suðuroy telur hvørt stig í løtuni.

Tað var vágbingurin Búi Egilsson, sum seint í 1. hálvleiki legði EB/Streym á odda eftir góðan einstaklingatúr í vinstru. Búi vildi ikki fegnast um málið, men hann sá út til at vera við at søkka barndómsfelagið.

Í 65. minutti fór Búi Egilsson aftur avstað nakað til vinstru, og komin inn í botsteigin skeyt hann knapt við vinstra beini. Tróndur Sjúrðarson megnaði ikki at halda skotinum, og so kundi Virgar Jónsson prika bóltin í netið til 2-0.

Løtu seinni helt ungi FC Suðuroy-málverjin tó liði sínum inni í dystinum, og seinastu tjúgu minuttirnar herjaði heimaliðið á. Teir í bláum høvdu havt sínar støður, har serliga Fríði Holm var nær við.

Tá eitt korter var eftir, minkaðu menninir hjá Pól Thorsteinsson um munin eftir hornaspark. Jóannes Davidsen boksaði bóltin, men ikki so langt út í brotsteigin, og Aleksander Holm Kilgour var til reiðar. Hann setti fótin væl á, og so var 1-2.

Seinastu løtuna trýsti FC Suðuroy. Liðið spældi við trimum miðverjum, men tað vóru ikki nógvir møguleikarnar. Í 90. minutti var Hunter Bell nær við eftir frísparksinnlegg - fimm minuttir eftir bragdaði hjá amerikanska verjuspælaranum, sum tryggjaði FC Suðuroy týðandi stig.

Hetta var eftir hornaspark úr vinstru. Teir hjá EB/Streymi vildu vera við, at bólturin var farin útav baklinjuni, og hann sá eisini út til at vera aftarlaga. Hjálpardómarin á linjuni lat tó ikki við seg koma, og Hunter Bell legði líka í, tá bólturin kom til hann. So var stórur fagnaður á heimaáskoðarunum.

Við úrslitinum hevur FC Suðuroy í skrivandi stund tvey niður til 07 Vestur og trý stig til TB. FC Suðuroy vísti góðan hugburð og mótstøðuføri - aftanfyri 2-0 og uttan sín liðformann, Pætur Augustinussen. Nú skal 07 Vestur vinna minst ein dyst afturat, meðan tað sær ómetaliga tungt út hjá TB.

FC Suðuroy - EB/Streymur 2-2 (0-1)
43' Búi Egilsson 0-1
65' Virgar Jónsson (Búi Egilsson) 0-2
76' Aleksander Kilgour Holm 1-2
90+6' Hunter Boaz Bell (Aleksander Kilgour Holm)

Sí meira um dystin her

Støðan í løtuni

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder