Fótbóltur

FCK fyri eyðmýking í steypakappingini

Talan var um 3-0 tap fyri liðið í næstbestu deildini. Vejle, uttan Viljorm Davidsen á vøllinum, vendi øllum á høvdið á ótrúligan hátt í Vanløse við trimum málum í yvirtíðini. Lið, ið spælir í røð nummar sjey, verður millum sekstan tey seinastu í kappingini.

Sebastian Koch skoraði tvey og legði upp til hitt málið í 3-0 sigrinum hjá Nykøbing FC á FCK í gjákvøldið (Mynd: Nykøbing FC)

Sebastian Koch skoraði tvey og legði upp til hitt málið í 3-0 sigrinum hjá Nykøbing FC á FCK í gjákvøldið (Mynd: Nykøbing FC)

2021-09-23 15:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tær flestu 1/16-finalurnar í Sydbank Pokalen eru leiktar í vikuni, og talan hevur verið um nógv drama.

Tað byrjaði tó ódramatiskt týskvøldið, tá fýra favorittar vunnu á útivølli. Ein av teimum var AaB, ið vann í Lyngby. Heimaliðið byrjaði inni við fleiri leikarum, ið vanliga ikki byrja inni. Ein av teimum var Petur Knudsen, ið var fremsti maður hjá liðnum í næstbestu deildini. Hann hevði nakrar skotroyndir og hótti javnan Aab við sínum renningum, men einki mál kom burturúr. Aab vann 4-0; millum annað orsakað av fleiri stórum verjuvillum hjá Lyngby.

[object Object]Petur Knudsen skoraði í undanfarna steypadystinum hjá Lyngby, men tað var móti liðið úr Serie 1. AaB var ein ov stórur biti (Mynd: Sverri Egholm)

Tvey feløg úr Aalborg skulu spæla í áttandapartsfinalunum. Fyriuttan stóra Aab, hevur Aalborg Freja úr Serie 1 spælt seg víðari í vikuni. Talan er um sjeynda stig í donskum fótbólti - sama støði sum besta liðið hjá ÍF Føroyum spælir á. Aalborg Freja vann á Lyseng, ið spælir í fjórðbestu deildini, eftir brotssparkskapping. Tað endaði 1-1 eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð, og í brotssparkskappingini var heimaliðið stinnari og skoraði uppá øll síni brotsspørk. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at eitt Serie 1-lið hevur spælt seg víðari, og sjálvsagt var frøin øðilig og stoltleikin stórur í Aalborg Freja-leguni, har teir høvdu fyrireika seg heilt væl til dystin.

Í størsta býnum á Falster gjørdi heimaliðið veruliga bart, tá FCK kom á vitjan. Sebastian Koch var serliga eyðsýndur. Vongurin, ið verður Lyngby-leikari eftir ársskiftið, skoraði í 14. og 18. minutti. Løtu seinni varð svenski landsliðsbakkurin Pierre Bengtsson skræddur út saman við stórtalentinum Rasmus Højlund, Nykøbing FC stóð ímóti trýstinum í 2. hálvleiki og økti til 3-0 stutt fyri leiklok. Harvið gjørdist talan um eina eyðmýking og enn eitt stórt vónbrot hjá Jess Thorup. Sunnudagin tapti liðið 1-0 fyri FC Midtjylland á heimavølli við einum manni í yvirtali í meira enn ein hálvleik og misti harvið eitt stórt fet í meistarastríðnum.

[object Object]
Liðið hjá Viljormi Davidsen er víðari í donsku steypakappingini (Mynd: Jens Kr. Vang)

Í Vanløse-býarpartinum í Keypmannahavn var eisini ein skelkur ávegis. Har vitjaði Vejle, sum hevði Viljorm Davidsen á bonkinum allar 90 minuttirnar. Harfrá kundi vinstri bakkurin fylgja við einum sonnum dramaði. Vejle kom á odda 1-0, men heimaliðið, ið spælir í fjórðbestu deildini, svaraði av álvara væl aftur. Tað var 3-1, tá 89 minuttir vóru leiktir, og útiliðið var júst komið í undirtal, men so gav Vejle-trýstið úrslit. Lukas Engel minkaði um munin, javnaði síðani í 93. minutti, og tríggjar minuttir seinni var aftur mál: Anders Ponce úr Venesuela sendi Vejle víðari eftir stórar trupulleikar í Vanløse - 3-4 eftir trý mál í yvirtíðini og ein stórur lætti hjá nýggja venjaranum Peter Sørensen.

Seinastu 1/16-finalurnar verða leiktar í kvøld, har Jens Berthel Askou millum annað royna at vinna á sínum gamla felagið, Silkeborg. Um Brøndby sum væntað vinnur á Allerød, ið er eitt lítið felag á Norðursælandi, so fær Aalborg Freja 100.000 krónur sum tað serie-liðið, ið er komið longst í steypakappingini. 

Úrslitini í gjár:
Vanløse (3. div) - Vejle (Superliga): 3-4
B 1913 (Danmarksserian) - SønderjyskE (Superliga): 3-4
Kjellerup IF (Danmarksserian) - FC Midtjylland (Superliga): 0-5
VSK Aarhus (3. div) - FC Nordsjælland (Superliga): 1-2
Aalborg Freja (Serie 1) - IF Lyseng (3. div): 2-1 eftir brotsspørk
Nykøbing FC (1. div) - FCK (Superliga): 3-0
Fremad Amager (1. div) - Randers FC (Superliga): 2-3
Marienlyst (Danmarksserie) - Middelfart (2. div): 1-2

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder