Fótbóltur

FCK og Manchester City spældu málleysan javnleik

City spældi í undirtali í ein tíma í Parkini og uttan Haaland allan dystin. Real Madrid fekk bjargað sær eitt stig og víðari luttøku, Chelsea hevur funnið stevið í kappingini, men Juventus er á veg út eftir tap í Haifa.

Kamil Grabara bjargaði brotssparksroyndini hjá Riyad Mahrez, ið varð úrskiftur av taktiskum ávum løtu seinni

Kamil Grabara bjargaði brotssparksroyndini hjá Riyad Mahrez, ið varð úrskiftur av taktiskum ávum løtu seinni

2022-10-12 08:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinni helmingur av Champions League bólkaspælinum fór í gongd í gjár. Átta dystir vórðu leiktir.

Bólkur E:
Dinamo Zagreb - RB Salzburg 1-1
AC Milan - Chelsea 0-2

Tað er ógvuliga tætt í bólkinum, men eftir sigur nummar tvey innan eina viku móti Milan, hevur Chelsea lagt seg á odda. Jorginho legði útiliðið á odda við brotssparki eftir tjúgu minuttir - fyrrverandi Chelsea-verjuleikarin Tomori hevði júst frammanundan fingið beinleiðis reytt kort - og Pierre-Emerick Aubameyang skoraði seinna málið í dystinum. Hetta var triðji dystur á rað, at nýggi áleyparin sló til. 

Chelsea 7
RB Salzburg 6
AC Milan 4
Dinamo Zagreb 4

Bólkur F:
Celtic - RB Leipzig 0-2 
Shakhtar Donetsk - Real Madrid 1-1

Real Madrid hevur ikki longur fult stigatal, men fekk eitt týdningarmikið stig í dystinum í Warsawa, har Shakhtar spælir sínar heimadystir í kappingini. Verjuleikarin Antonio Rüdiger javnaði í 95. minutti eftir innlegg frá landsmanninum Toni Kroos. Harvið kappast Shakhtar og Leipzig framvegis um 2. plássið - meistarnir eru víðari.

Real Madrid 10
RB Leipzig 6
Shakhtar Donetsk 5
Celtic 1


Bólkur G:
FCK - Manchester City 0-0
Borussia Dortmund - Sevilla 1-1

VAR-drama var í Parkini, har City spældi uttan Erling Haaland. Norðmaðurin varð spardur, og frá bonkinum sá hann fyrst eina Rodri-kanónkúlu verða kolldømda orskað av at bólturin kom í armin á Mahrez beint áðrenn, síðani eitt brotsspark, ið varð dømt við VAR (eisini hond) og Grabara bjarga brotssparkinum frá Mahrez. Tá hálvur tími var leiktur, fekk bakkurin Sergio Gomez beinleiðis reytt kort fyri at fella Haraldsson í vandamiklari støðu beint uttanfyri brotsteign. FCK fekk ikki mál burturúr hesum ella nakað seinasta tíman, men uppreisn eftir 5-0 ósigurin  á Etihad í síðstu viku og aftur vísti Parkin seg at vera eitt slag av evropeiskari borg.

City er tó víðari, og Dortmund skal bert hava eitt stig afturat. 

Manchester City 10
Dortmund 7
FCK 2
Sevilla 2

Bólkur H:
Maccabi Haifa - Juventus 2-0
PSG - Benfica 1-1

Aðru vikuna á rað endaði tað 1-1, tá Benfica og PSG hittust. Hesi liðini eru á veg víðari - bæði málini í París í gjár komu úr ellivu metrum. Kylian Mbappé, ið nú aftur tykist at vera á veg úr felagnum, skoraði tað hjá PSG. Messi var ikki á vøllinum.

Hjá Juventus stendur illa til. Italska stórliðið hevði møguleikan at eta seg inn á PSG og Benfica, men Maccabi Haifa vildi tað øðrvísi og vann 2-0 í Ísrael. HB vann í fjør 1-0 á júst Haifa á Tórsvølli.

Benfica 8
PSG 8
Maccabi Haifa 3
Juventus 3


Hesi sekstan liðini spæla aftur í kappingini um 13 dagar. Átta dystir í 4. umfari eru eisini á skránni í kvøld

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder