placeholder
Fótbóltur

FCK trupla uppgávu - yvirkomiligt hjá Arsenal og Chelsea

Lutakastið til Europa League varð avgeitt beint eftir middag í Nyon.

Stórur fagnaður í larmandi Parkini í gjár, tá høvuðstaðarfelagið spældi seg víðari til bólkaspælið. Danska meistaraliðið er í bólki C í Europa League
(Mynd: Jyllands-Posten)

Stórur fagnaður í larmandi Parkini í gjár, tá høvuðstaðarfelagið spældi seg víðari til bólkaspælið. Danska meistaraliðið er í bólki C í Europa League (Mynd: Jyllands-Posten)

2018-08-31 13:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið vórðu teir seinastu undandystirnir leiktir; nú er greitt hvussu teir 12 bólkarnir í Europa League síggja út.

FCK vann seg víðari eftir dramtiska brotssparkskapping í Parkini, har fyrrverandi FCK-leikarin, Andreas Cornelius, brendi seinasta brotssparkið fyri italienska Atalanta. Bólkurin hjá Ståle Solbakken og co. er á ongan hátt lættir, hóast FCK var í 2. seedingslagið.

Tvey av stóru feløgunum í London og Onglandi hava yvirkomiligar bólkar, har tað serliga er torført at ímynda sær, at Chelsea fær trupulleikar. 

Annars er vert til at leggja til merkis, at bæði liðini, har Red Bull orkudrykkurin er høvuðsstuðul, Salzburg og Leipzig, eru í sama bólki. Rosenborg er eisini í hesum bólkinum, ið má metast at vera ómetaliga trupul fyri norska liðið. 

Dudelange úr Luksemborg kom eisini í ein sera truplan bólk. Hetta er fyrstu ferð, at eitt lið úr lítla landinum luttekur í einum bólkaspæli í evropeiskari kapping. 

Soleiðis síggja bólkarnir út: 

Bòlkur A:

Bayer Leverkusen
Ludogorets
FC Zurich
AEK Larnaca

Bólkur B:
Red Bull Salzburg
Celtic
RB Leipzig
Rosenborg

Bòlkur C:
Zenit St Petersburg
FCK
Bordeaux
Slavia Prag

Bòlkur D:
Anderlecht
Fenerbache
Dinamo Zagreb
Spartak Tranava

Bólkur E:
Arsenal
Sporting
Qarabag
FC Vorskla

Bólkur F:
Olympiakos
AC Milan
Real Betis
Dudelange

Bólkur G:
Villarreal
Rapid Wien
Spartak Moskva
Rangers

Bòlkur H:
Lazio
Marseille
Frankfurt
Apollon Limassol

Bólkur I:
Besiktas
Genk
Malmo
Sarpsborg

Bólkur J:
Sevilla
Krasnodar
Standard Liege
Akhisharspor

Bòlkur K:
Dynamo Kiev
FC Astana
Rennes
Jablonec

Bólkur L:
Chelsea
PAOK
BATE Borisov
Vidi FC

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder