Helmingurin av teimum 32 liðunum í Champions League bólkaspælinum hava nú spælt sínar seinastu dystir har. Her er eitt yvirlit yvir úrslitini í kvøld, hvør er víðari, og hvørji lið skulu yvir í Europa League
Bólkur A, 6. umfar og endastøða:
Manchester United - Bayern München 0-1 (0-1)
FCK - Galatasaray 1-0 (0-0)
1. Bayern München 16 stig *
2. FCK 8 stig *
3. Galatasaray 5 stig **
4. Manchester United 4 stig
* Víðari
** Europa League
Tann mest spennandi bólkurin undan umfarinum, tí trý lið dystaust um at koma víðari saman við Bayern.
FCK lá best fyri og gjørdi eisini arbeiði liðugt í Parkini, har tað kókaði. Ein sterkur liðinnsatsur frá leyvunum og í 58. minutti setti Lukas Lerager fótin á eitt ógvuliga væl spælt álop. Sjey stig seinastu tríggjar dystirnar og uppiborið 2. pláss hjá Jacob Neestrup og hansara monnum. Hetta er aðru ferð í søguni, at eitt danskt felag spælir seg víðari úr bólkaspælinum í Champions League. Fyrru ferð var í 2010/2011 - tað var eisini FCK.
Galatasaray var ikki langt frá at javna móti endanum av dystinum í Parkini. Um tað hevði endað við javnleiki har, so hevði tað United spælt seg víðari við sigri á Bayern, sum ikki spardi nakað. Tað var tó ongantíð heilt nær við, at enska felagið gjørdi sítt. Heimaliðið skapti lítið og einki á Old Trafford, og liðið hjá ten Hag lat einasta málið í dystinum inn.
Fjórðu ferð uppá tólv ár, at United ikki kemur víðari í bólkaspælinum í Champions League. Aftasta pláss og fleiri trupulleikar á Old Trafford.
Tuchel fer sannførandi víðari - spurningurin er, hvørjari støðu Erik ten Hag er í (Mynd: EPA)
Lukas Lerager hevur skorað fyri FCK og alt á gosi. Danska høvuðsstaðarfelagið verður í pottinum til áttandapartsfinalurnar, og nógvar milliónir afturat koma í kassarn (Mynd: EPA)
Bólkur B, 6. umfar og endastøða:
Lens - Sevilla 2-1 (0-0)
PSV - Arsenal 1-1 (0-1)
1. Arsenal 13 stig *
2. PSV 9 stig *
3. Lens 8 stig **
4. Sevilla 2 stig
* Víðari
** Europa League
Her var alt so at siga avgjørt áðrenn, men Arsenal staðfesti 1. plássið við javnleiki og nógvum eykamonnum í Eindhoven.
Stóra søgan var, at sjeyfaldu Europa League-vinnararnir úr Sevilla ikki fingu 3. plássi og harvið ikki sleppa at spæla í Europa League eftir nýggjár.
Bólkur C, 6. umfar og endastøða:
Napoli - Braga 2-0 (2-0)
Union Berlin - Real Madrid 2-3 (1-0)
1. Real Madrid 18 stig *
2. Napoli 10 stig *
3. Braga 4 stig **
4. Union Berlin 2 stig
* Víðari
** Europa League
Fult stigatal til Real Madrid og sum væntað gjørdi Napoli sítt á heimavølli og tryggjaði sær 2. plássið.
Bólkur D, 6. umfar og endastøða:
Inter Milan - Real Sociedad 0-0
RB Salzburg - Benfica 1-3 (0-2)
1. Real Sociedad 12 stig *
2. Inter Milan 12 stig *
3. Benfica 4 stig **
4. RB Salzburg 4 stig
* Víðari
** Europa League
Real Sociedad tryggjaði sær fyrsta plássið við málleysa javnleikinum í Milano. Benfica vann seg upp á 3. plássið.
16 dystir - teir seinastu í bólkaspælinum - eru á skránni í morgin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald