Tann fyrsti av teimum 272 dystunum í grundspælinum (Regular Season) í NFL verður sparkaður í gongd í Tampa klokkan 01.20 í nátt.
Áðrenn hetta fer Ed Sheeran at framføra, og so verður sjálvandi tjóðsangur og annað, sum skal avreiðast, áðrenn Tampa Bay Bucaneers og Dallas Cowboys fara at stríðast á tí nakað undir 100 metra langa vøllinum.
Tampa Bay Buccaneers gjørdist í februar meistari fyri aðru ferð í søguni. Nú 44-ára gamli quarterbakkurin kom til felagið síðsta ár og hansara vinnaramentaliteti og evni gjørdu avgjørt mun. Saman við góðum vápnum og einari ógvuliga sterkari verju vann Brady á Patrick Mahomes og Kansas City Chiefs.
Júst hesi liðini eru størstu favorittarnir at koma í Super Bowl 56, ið verður leikt í Los Angeles í februar. Fyrsta fetið hjá Buccaneers, ið hevur sama eigara sum Manchester United, skal takast í nátt. Cowboys úr Dallas vitja, og nú quarterbakkurin Dak Prescott er aftur, eru vónirnar hjá felagnum, ið vann Super Bowl tríggjar ferðir í nítiárunum, góðar.
14 av teimum 32 liðunum koma í endaspælið, ið byrjar í januar. Øll spæla 17 dystir í grundspælinum. Tað eru serliga sunnukvøldini, at NFL fyllur, men hvørt umfar verður sett í gongd heilt tíðliga fríggjakvøld okkara tíð - Thursday Night Football.
Annað
Fer í gongd í Tampa í nátt
Tom Brady og hinir meistararnir taka ímóti Dak Prescott og Dallas Cowboys. Buccaneers eru favorittar, og liðið úr Florida er eisini ein av størstu favorittunum at koma í Super Bowl hetta kappingarárið.
Nú 44-ára gamli Tom Brady jagstrar sín áttanda Super Bowl-ring (Mynd: EPA)
2021-09-09 19:58
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald