Hondbóltur

Ferðast saman við teimum hjá Íslandi til Týsklands mánamorgunin

Føroyski HM-hópurin við fylgi fer av landinum tíðliga í morginárini. Fyrsti dysturin í Trier verður spældur mikukvøldið klokkan 19.30 - Portalurin og FM1 eru við á ferðini.

Í gjár stríddust liðini móti hvørjum øðrum. Í morgin skulu tey ferðast saman til endaspæl - og møguliga spæla móti hvørjum aftur skjótt (Mynd: Sverri Egholm)

Í gjár stríddust liðini móti hvørjum øðrum. Í morgin skulu tey ferðast saman til endaspæl - og møguliga spæla móti hvørjum aftur skjótt (Mynd: Sverri Egholm)

2025-11-23 20:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Aðalroyndin er av, vitjanirnar, venjingarnar og fundirnir í Føroyum eru av - mikukvøldið verður tað, tá Montenegro fer at stenda á hinari hálvuni í SWT leikhøllini í Trier.

Ferðin er í morgin. Flogið verður ikki beinleiðis til býin í vestara parti av Týsklandi, men HM-hópurin skal ikki skifta flogfar.

Fyrst lendir flogfarið hjá Atlantic Airways í Stuttgart, har íslendingarnir fara av. Tær, sum spældu venjingardyst móti Føroyum í gjár, ferðast saman við teimum føroysku til Týsklands. Hetta er partur av avtaluni hjá HSF og HSI - Ísland spælir sínar bólkaspælsdystir í Stuttgart og skal møguliga spæla móti Føroyum aftur í meginumfarinum.

Myndir: Føroyar við undirlutan við Tjarnir

[object Object]
Føroyar og Ísland hava spælt nógvar dystir seinastu árini - nú hava liðini spælt fyri aðru ferð uppá seks vikur, í morgin ferðast hóparnir saman til Týsklands, og í fyrstu vikuni í desember kunnu tey enmda við at spæla ímóti hvørjum øðrum í HM-meginumfarinum (Mynd: Sverri Egholm)

Frá Stuttgart verður kósin sett víðari til Luksemborg, sum er beint hinumegin týska markið - tann tættasti rímiliga stóri flogvøllurin er har. 

Afturat føroyska hópinum, venjarum, hjálparfólki og HSF-fólki, verða annars nøkur miðlafólk og føroyski fjepparar við á flogtúrinum. Eftir lent verður í Luksemborg er ein busstúrur yvirum markið á skránni, og eftir ætlan eru øll uppá pláss stutt eftir middag (klokkan 12) føroyska tíð.

Flogið verður úr Vágum klokkan átta.

Portalurin og FM hevur eitt troymi á trý fólk avstað, og onnur sum arbeiða við endaspælinum. Harvið verður meira at frætta í sambandi við ferðina í morgin og nógv meira gjøgnum vikuna, har millum annað útvarpssening verður hvønn dag.

Sí eisini: Annika Petersen: - Fantastiskt at vera aftur á vøllinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder