Fótbóltur

Fernando Torres stillar gaggurnar

Spanski áleyparin boðar frá at hann gevst sum yrkisfótbóltsleikari.

Fernando Torres

Fernando Torres

2019-06-21 11:49 Author image
Ari av Rana
placeholder

Spanski áleyparin Fernando Torres hevur boðað frá at hann gevst sum yrkisleikari.

- Eg havi nakað týdningarmikið at siga. Eftir 18 spennandi ár er tíðin komin at steðga mínari yrkisleið sum fótbóltsleikari, skrivar 35 ára gamli Fernando Torres á Twitter.

Fernando Torres byrjaði yrkisleiðini sum 17 ára gamal í Atletico Madrid. Í 2007 keypti Liverpool leikaran. Hann skoraði 81 mál í 142 dystum fyri Liverpool áðrenn hann skifti til Chelsea í í 2011. Har bleiv tað einans til 42 mál í 172 dystum.

Síðani tá spældi hann eisini í AC Milan áðrenn hann í 2015 skifti aftur til Atletico Madrid. Seinastu tíðina spældi við japanska Sagan Tosu.

Fernando Torres spældi 110 landsdystir fyri Spania og skoraði 38 mál.

Í síni yrkisleið gjørdist hann heimsmeistari, tvær ferðir evropameistari, Champions League-vinnari, FA Cup-vinnari og tvær ferðir Europa League-vinnari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder