Fótbóltur

FIFA heiðraði fleiri argentinum í gjárkvøldið

Messi vann júst hendan heiðurin fyri aðru ferð, Martinez varð kosin besti málverji, Scaloni besti venjari, og áskoðarnir fingu eisini heiður. Ein póllendingur á høkjum skoraði besta málið í fjør.

Lionel Messi og Emiliano Martinez fegnaðust um HM-gull í desember - í gjárkvøldið vórðu báðir heiðraðir í París (Mynd: EPA)

Lionel Messi og Emiliano Martinez fegnaðust um HM-gull í desember - í gjárkvøldið vórðu báðir heiðraðir í París (Mynd: EPA)

2023-02-28 20:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið hevði FIFA sítt árliga stóra tiltak í París, har heiðrar vórðu latnir monnum og kvinnum - persónum sum serliga settu sín dám á fótbóltsárið 2022.

Ikki óvæntað høvdu stóru altjóða kappingarnar í fjør stóra ávirkan á, hvør fekk heiðrarnar. 

Ongland vann síðsta summar EM á fyrsta sinni. Venjari hjá vertstjóðini, Sarina Wiegman, varð kosin besti venjari av FIFA í bæði 2017 og 2020 fyri síni avrik við heimlandinum, Niðurlondum. Aftur hesuferð var Wiegman á pallinum í París, og tað var málverji hennara, Mary Earps, eisini. Besti spælari hjá kvinnum gjørdist tó aftur Alexia Putellas. Spanska stjórnan hevur seinastu árini ofta verið heiðrað av FIFA, France football og UEFA.

[object Object]
Alexia Putellas í landsdysti á Tórsvølli í 2021 (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

Her við gullbóltinum (Mynd: EPA)

Lionel Messi hevur eisini mangan tikið ímóti heiðrum í franska høvuðsstaðnum og aðrastaðni. Nú 35-ára gamli argentinin hevur vunnið Balon d'Or heili sjey ferðir, og nú "The Best" tvær ferðir. Messi var framúr, tá hann og Argentina vunnu HM í desember, og ikki óvæntað vann hann eisini hetta. 

Liðfelagði og málverji hansara, nógv umrøddi Emiliano Martinez, fór avstað við heiðrinum sum besti mannligi málverji. Hann hevði ein lyklaleiklut í HM-endaspælinum.

Venjarin Lionel Scaloni hevur vent gongdini hjá Argentina. Við honum á odda - og Messi og Martinez í høvuðsleiklutum - vann stóra fótbóltstjóðin eisini Copa America í 2021 og Finalissima í fjør. Nú kom heilt stóra gullið heim, og fyri tað fekk Scaloni ein stóran persónligan heiður.

[object Object]
Messi er nú heimsmeistari og aftur kosin sum heimsins besti leikari av FIFA (Mynd: EPA)

Tríggir serstakir heiðrar vórðu givnir; tann eini til áskoðarnir hjá Argentina sum veruliga gjørdu vart við seg í Katar og í gøtunum í heimlandinum.

Georgiski Luka Lochoshvili spældi ein stóran leiklut í at bjarga einum mannalívi, tá hann í dysti fyri Wolfsberger í bestu eysturríski deildini tíðliga í fjør, var skjótur á staðið, eftir at ein mótstøðuspælari misti vitið eftir ein nærdyst. Lochoshvili gav Georg Teigl fyrstuhjálp, ið helst var lívbjargandi, við at lata andaleiðina upp, so at Teigl ikki svølgdi tungu sína.

Puskas-heiðurin, fyri ársins mál, var heilt serstakur hesuferð. Marcin Oleksy er ikki nakar kendur fótbóltsspælari; í roynd og veru hevur hann bert eitt heilt bein. Oleksy spælir handikappfótbólt í Póllandi og nýtir tvær høkjir, eins og hinir spælararnir. Á vinstru síðu hevur manglar hann leggin og fótin, men við sínum sterka høgra beinið skoraði hann ársins mál í heimsfótbólti í 2022. Tað sæst niðanfyri, og niðanfyri tað er yvirlit yvir allar heiðrarnar í gjárkvøldið.


Sjónband: The Guardian

FIFA Best Awards 2022

Besti spælari hjá monnum: Lionel Messi (PSG/Argentina)
Besti málverji: Emiliano Martínez (Aston Villa/Argentina)
Besti venjari: Lionel Scaloni (Argentina)

Besti áskoðarar: 
Argentina
Fair Play-heiðurin: Luka Lochoshvili
Puskas-heiðurin (fyri besta málið): Marcin Oleksy (Warta Poznan - handikappfótbóltur)

Besti spælari hjá kvinnum: Alexia Putellas (FC Barcelona/Spania)
Besti málverji: Mary Earps (Manchester United/Ongland)
Besti venjari: Sarina Wiegman (Ongland)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder