Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, hevur í dag kunngjørt nýggjasta styrkilitan. Listin verður dagførdur hvønn mánað.
Føroyar eru farnar eitt pláss aftur og eru nú nummar 109 í heiminum. Aserbadjan hevur nú eins nógv nógv stig, 1191, og harvið deila føroyingar stigini við landið, sum vit taptu samanlagt 5-0 ímóti í Nations League í fjør.
Føroyar og Aserbadjan, her í dysti á Tórsvølli í fjør, eru nú lið um lið á styrkislistanum (Mynd: Sverri Egholm)
Tað er ikki alt á FIFA styrkislistanum, ið altíð er heilt eftirfarandi. Men hetta gevur eina mynd av veruleikanum. Føroyska A-landsliðið hjá monnum hevur seinasta lítla árið havt eina afturgongd á listanum hvørjaferð.
Belgia er framvegis nummar eitt á styrkilistanum - nakað frammanfyri heimsmeistaran Frakland, sum hevur hevur yvirhálað Copa America-vinnaran Brasil á øðrum plássi.
Topp 10
1. Belgia
2. Frakland
3. Brasil
4. Ongland
5. Portugal
6. Uruguay
7. Spania
8. Kroatia
9. Kolumbia
10. Argentina
Í okkara bólki í EM-undankappingini
Eftir nógv ár tætt við toppin ella á avgjørda toppinum er Týskland fallið í støði og er nú farið eitt pláss aftur til 16. pláss.
Sviar eru á 18. plássi - teir vunnu 4-0 á Tórvølli 5. september (Mynd: Sverri Egholm)
Svøríki, ið vann 4-0 í Føroyum fyrst í mánaðinum, er tvey pláss aftanfyri, nummar 18. Rumenia er nummar 31 og Norra nummar 47. Malta, ið vann á Føroyum í mars, er nummar 179.
Føroyar hava ellivu evropeisk lið aftanfyri seg í løtuni
Sí allan listan her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald