2019-04-16 08:01
Fyrrverandi forsetin fyri brasilska fótbóltssambandið, Jose Maria Marin, er burturvístur frá FIFA fyri lívið. Hetta hendir eftir at Marin í august 2017 varð dømdur fýra ára fongsulsrevsing fyri svik og hvítvask í USA.
Sambært ákæruvaldinum tók Marin móti 44 mió. kr. í mutri. Hann fekk eina bót á knappar 8 mió. kr. Etiska ráðið í FIFA gav í gjár Marin bót á 6,5 mió. kr.
Marin stóð millum annað á odda fyri tí nevndini, sum skipaði fyri HM í fótbólti í 2014. Tann kappingini varð avhildin í Brasilia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald