Seinastu tvey árini hevur Filip Djordjevic spælt 53 dystir fyri EB/Streym. Í 2022 endaði felagið á 5. plássi - hægsta endaplássið hjá EB/Streymi í Betrideildini síðani 2014 - og Filip varð valdur til ársins spælara í felagnum. Í fjør var álopskendi spælarin nakað darvaður av skaða í fyrru hálvu, men var týðandi í tíðarskeiðnum eftir summarsteðgin, tá EB/Streymur meira ella minni tryggjaði sær plássi í deildini.
Nakað av óvissu hevur verið um, hvar Filip fer at spæla í 2024, og har var íhvussu er tilboð úr onkrum øðrum føroyskum felagi.
Nú er tó greitt, at nýggjur sáttmáli er gjørdur millum Filip Djordjevic og EB/Streym.
- Við Filipi hava vit fingið ein sera royndan offensivan leikara við sera góðum dygdum (...) Vit eru sera glað fyri, at Filip Djordjevic hevur valt at halda fram í felagnum. Filip hevur skrivað undir ein eitt ára sáttmála og verður hetta nú hansara triðja kappingarár í EB/Streymi
Soleiðis skrivar felagið á Facebook-síðu sínari í kvøld. Við hesum hevur EB/Streymur tryggjað sær eina týðandi undirskrift til næsta kappingarár.
Les eisini: Arnbjørn og Niels Paul -skulu hjálpa Sigfríði í EB/Streymi
Serbin, ið fyllur 30 ár beint undan kappingarbyrjan, hevur verið í Føroyum síðani 2010. Hann hevur spælt beint yvir 300 dystir í Betrideildini, sum Filip hevur verið við til at vunnið tvær ferðir við Víkingi. Hann vann eisini Løgmanssteypið fýra ferðir, á rað, við sama felagið, og samanlagt hevur Filip Djordjevic yvir 50 mál á hægsta stigi í Føroyum.
Tøla: FaroeSoccer
Fótbóltur
Filip heldur fram í EB/Streymi
Álopskendi profilurin fer í gongd við sítt triðja ár í felagnum. 29-ára gamli serbin hevur verið í Føroyum í nógv ár og hevur yvir 300 dystir í Betrideildini.
Filip Djordjevic kom til EB/Streym undan kappingarárinum í 2022. Fyrsta árið varð hann valdur sum ársins spælari í felagnum (Savnsmynd: EB/Streymur)
2024-01-25 17:43
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald