Støkk varð stovnað hin 23. novembur í 1966. Stovnararnir vóru Jóhanna og Kaj Aage Troest og Svava og Johan Kjeld. Fyrstu nógvu árini helt felagið til í fimleikahøllini í Glyvra skúla, men seinnu árini hevur stásiliga Bylgjan í Runavík verið karmur um meginpartin av virkseminum hjá Støkk.
Góðar umstøður at virka í
Tað er sera hugaligt at vera støkkari, nú felagið fyllir 55 ár. Í framúr góðu umstøðunum í Bylgjuni, venja fleiri lið samstundis hvønn dag. Og koyrir tú fram við Bylgjuni, síggjast glaðir fimleikarar í stóru og ljósu høllini, meðan aðrir renna út og inn – til og frá venjing.
Felagið, sum í dag hevur út við 800 aktivar fimleikarar í øllum aldri, leggur stóran dent á, at øll skulu hava møguleika at íðka fimleik. Breiddarfimleikurin verður tí raðfestur frammarlaga í arbeiðnum hjá felagnum, og harumframt verður stór orka løgd í kappingarfimleikin.
Nógv sjálvboðið arbeiði
Ígjøgnum øll hesi árini er hópin av fólki, sum hava tikið hond í við øllum teimum mongu og fjølbroyttu uppgávum, ið dagliga skulu loysast í felagnum. At átaka sær uppgávur í einum virknum felagskapi er mennandi fyri fólk í øllum aldri. Nógvir av ungu fimleikarunum eru hjálparar og hjálparvenjarar hjá yngri fimleikarum. Og foreldur og avvarandi hjálpa til, tá framsýningar og onnur tiltøk eru á skránni.
Á henda hátt kann Støkk, við góðum treysti, halda fram við at menna bæði kappingar- og breiddarfimleikin í felagnum frameftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald