Tað verða ikki fleiri kappingar í fimleiki hetta fimleikaárið. Tað hevur Føroya Fimleikasamband avgjørt eftir tilmæli frá korona-ráðgevingini.
- Tískil verður eingin føroyameistari funnin í amboðsfimleiki og eingin steypavinnari og føroyameistari í estetiskum fimleiki fyri 2019/2020, skrivar fimleikasambandið í fráboðan í dag.
- Feløg og venjarar hava gjørt eitt megnar arbeiðið at halda íðkarum til við nýhugsandi og ørvísi venjing, men út frá tilmælunum frá mynduleikunum er torført at halda tær ásettu vegleiðingarnar til venjingarnar í hallunum. Føroya Fimleikasamband ynskir at takka øllum feløgunum fyri teirra stóra arbeiði í føroyskum fimleiki, vit takka fyri eitt gott fimleikaár og hyggja nú frameftir til komandi ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald