Oyggjaleikir 2023

Fimm heiðursmerki í frælsum ítróttum á seinasta degi

Aftur vónbrot á leikvøllinum í dag – kvinnurnar mistu síðsta skiftið í 4x100 metra liðrenningini.

Ungi Misa Buha vann silvur í trýstøkk (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ungi Misa Buha vann silvur í trýstøkk (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-14 14:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enn ein góður dagur var á breytini fyri frælsar ítróttir á Gotlandi í dag. Onki gull, men tó flott úrslit.

Seinastu kappingarnar vóru 4 ferðir 400 metra renningin, har menninir fingu silvur. Menninir kundu einki gera við vertirnar, sum vóru suverenir í hesi kappingini.

Men við bert tveimum 400 metra rennarum á liðnum, gjørdist úrslitið sera gott. Sprintarin Leon Johannesen legði fyri og gjørdi tað hann kundi, gav síðani stafettina víðari til Dánjal Dahl Ljósheim, sum innheintaði fleiri aftur. Triði maður, Tummas Petur Sjóvará, er heldur ikki vanur við henda teinin, men hansara uppgáva var at gera tað so gott sum gjørligt, áðrenn Jónas Gunnleivsson Isaksen tók yvir seinasta leggið.

Og her sást veruliga hvussu góður rennari ungi kvívíkingurin er. Í altjóða klassa tók hann ein rennara fyri og annan eftir, til bert rennarin av Guernsey var eftir. Men hann var longu so langt frammanfyri, at við hann kundi Jónas onki gera, men føroysku rennararnir vóru sera nøgdir við silvurið.

- Hatta var tað vit ætlaðu, staðfesti Dánjal Dahl Ljósheim eftir kappingina.

Kvinnurnar kláraðu seg eisini væl. Oddvør Josephsen, Rebekka Fuglø Poulsen, Maria Biskopstø og Margit W. Fríðmundsdóttir myndaðu liðið, og runnu eitt trygt bronsumerki heim.

Í trístøkk vóru stórar vónir til roynda leyparan Tór Mortensen, sum hevur góð úrslit í hesi krevjandi ítróttagrein. Men hetta var ikki dagurin hjá Tóri. Satt at siga miseydnaðust allar seks royndirnar. Hann varð tó skrásettur í einum lopi, og 13,40 metrar, sum er langt frá hansara besta, røkk kortini til bronsu í kappingini. Tórur var sera vónbrotin av ikki at klára seg betur – á teimum seinastu royndunum var hann merktur av skaða í øðrum fótinum.

Hinvegin kláraði Miso Buha seg framúr væl. Hann leyp sítt besta lop í ár, 13,43 metrar, og tryggjaði sær og Føroyum silvur.

Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar var við í hæddarlopi, og kláraði seg eisini væl. Hon leyp uttan trupulleikar allan vegin upp til 1,60 metrar. Men tá stongin kom upp á 1,65 metrar kláraði hon ikki uppum. Men tað var nóg mikið til bronsu.

Tvær úr Saaremaa, Linda Kivistik og Teele Treiel, kláraðu báðar bæði 1,65 og 1,67 metrar og fingu ávikavist gull og silvur.

Fyrsta heiðursmerkið í dag vann Rebekka Fuglø í dag á 800 metra teininum. Hon var eitt sindur misnøgd við renningina, tí tá hundrað metrar vóru eftir, lá hon á odda eftir at hava yvirhálað alt feltið í boganum eftur fyrsta umfarið. Harvið skuldi hon renna nakað longri, og tað tók upp á kreftirnar, og tað eydnaðist tveimum rennarum at koma forbí hana á teimum síðstu hundrað metrunum.

Cari Huges frá Ynys Mon vann í tíðini 2:15,75, Darcey Hodgson fekk silvur við tíðini 2:16,23 og Rebekka fekk bronsu við 2:17,73

Størsta vónbrotið av øllum kom í 4 ferðir 100 metra liðrenningini við kvinnum. Føroyar vóru sera væl við í kappingini, og at síggja til lógu tær fremst, tá triði rennarin skuldi leta stafettina yvir til síðsta rennaran. Skiftið miseydnaðist tíverri. Slíkt kann henda í hesum kappingum, men vónbrotið var ovurstórt.

Samanumtikið má siga, at oyggjaleikirnir á Guernsey hava verið góðir fyri føroyska frælsa ítrótt. Úrslitið gjørdist 4 gullheiðursmerki, 5 silvurheiðursmerki og seks bronsuheiðursmerki. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder