Oyggjaleikir 2023

Fimm heiðursmerki í svimjing týsdagin

Elisabeth Erlendsdóttir vann gull í 100 metra ryggsvimjing og setti nýtt oyggjaleikamet.

Elisabeth Erlendsdóttir t.h. (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Elisabeth Erlendsdóttir t.h. (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2023-07-12 00:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað komu tilsamans fimm heiðursmerki til Føroyar í svimjikappingunum undir oyggjaleikunum í kvøld. Eitt úr gulli, trý úr silvuri og eitt úr bronsu.

Harvið kom talið av heiðursmerkjum í svimjing upp á 12: tvey gull, seks silvur og fýra bronsu.

Elisabeth Erlendsdóttir vann gull í 100 metra ryggsvimjing við tíðini 1:01,07, sum er nýtt oyggjaleikamet. Gamla oyggjaleikametið átti Sigrid Joensen, 1:01,58 frá Gibraltar 2017.

Hini, ið vunnu heiðursmerki í kvøld:

Eyðrið Mortensen, silvur í 1500 metra frísvimjing í tíðini 17:18,94

Lea Osberg Højsted, silvur í 200 metra bringusvimjing í tíðini 2:37,24

Bartal Erlingsson Eidesgaard, silvur í 200 metra frísvimjing í tíðini 1:52,52

Róland Toftum, silvur í 50 metra bringusvimjing í tíðini 29,05

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder