Fótbóltur

Fimti topp-fýra sigurin á rað hjá Víkingi

Í seinnu hálvu í fjør vunnu víkingarnir tvær ferðir á KÍ og á bæði B36 og HB. Í gjárkvøldið varð HB sent heim við ongum.

Víkingarnir fegnast saman eftir 1-0 málið. Sigurin í Sarpugerði í gjár var ógvuliga kærkomin - liðið hevur fingið eina góða byrjan uppá kappingina (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingarnir fegnast saman eftir 1-0 málið. Sigurin í Sarpugerði í gjár var ógvuliga kærkomin - liðið hevur fingið eina góða byrjan uppá kappingina (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-16 08:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

10. juni 2023 tapti Víkingur 3-2 í Sørvági. Harvið kom liðið undir trýst í stríðnum um fjórða plássið, men harfrá hugdu Jóhan Petur Poulsen og hansara menn ikki afturum seg og endaðu á 2. plássi.

Við sigrinum á HB í gjár hevur Víkingur nú vunnið 15 kappingardystir á rað - allar í Betrildeildini. Liðið úr Eysturkommunu var eisini ósigrað í venjingardystunum í vetur.

Sí hvussu gongin í Norðagøtu var her: BEINLEIÐIS: Sigur nummar 15 á rað hjá Víkingi

Les eisini: Víkingur feldi HB við hornaspørkunum

[object Object]
[object Object]
Teir í ljósabláum kundu aftur fegnast í Norðragøtu í gjár (Myndir: Sverri Egholm)

Sí fleiri myndir frá dystinum

Fimm av teimum 15 sigurinum eru komnir móti sonevndu "topp-fýra liðunum". Í seinnu hálvu í fjør vunnu víkingarnir tvær ferðir á KÍ, eina ferð á B36 og eina ferð á HB. Nú legst sigurin á HB afturat - tað er sjálvandi ikki til at siga, um topp-fýra verður saman sum seinastu árini, men hetta merkti veruliga nakað fyri Víking.

Seinastu úrsltini hjá Víkingi móti KÍ, HB og B36 í dystum har stig eru uppá spæl:

18
11-08-2023
Eiler Rasmussen
22
19-09-2023
Jóhan Hendrik Ellefsen
24
01-10-2023
Dagfinn Forná
27
29-10-2023
Rúni Gaardbo


2
15-03-2024 kl. 18:00

Samanlagt: 15 stig av 15 møguligum. Málúrttøka: 14-4

Kelda: FaroeSoccer

Víkingur fer í landsliðssteðg við fullum stigatali. Næsta uppgávan er B68 á Svangaskarði 2. páskadag, 1. apríl. Næsta "topp-fýra" uppgerðin er B36 í Sarpugerði 21. apríl.

-------------------------------------------------------------------------------

Betrideildin 2. umfar
Í kvøld, fríggjadagin 15.03
Víkingur - HB 2-1 (1-0)
36' Geza David Turi (Finnur Justinussen) 1-0
58' Finnur Justinussen (Poul Kallsberg) 2-0
73' Jacob Johansson (Mohammed Samba) 2-1

Myndir: Víkingur - HB
Sí eisini: Víkingur feldi HB við hornaspørkunum

Víkingur (4-2-3-1): Bárður á Reynatrøð - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson - Aron Jarnskor Ellingsgaard, Geza David Turi - Jákup Johansen, Sølvi Vatnhamar (89'Martin Klein Joensen), Poul Kallsberg - Finnur Justinussen (80' Olaf Bárðarson)

HB (4-5-1/4-3-3): Teitur Matras Gestsson - Mathias Voss, Bartal Wardum (63' Bartal Wardum), Viljormur Davidsen, Ási Dam - Leivur Fossdal Guttesen (63' Jacob Johansson), Ejvind Restorff Mouritsen, Heðin Hansen (63' Sammy Skytte), Hanus Sørensen, Áki Debes Samuelsen - Mohammed Samba

Støðan:
1.Víkingur 6 stig
2.KÍ 3 stig
3.B36 3 stig
4.Skála 3 stig
5.HB stig 3 
6.NSÍ 0 stig
7.07 Vestur 0 stig
8.EB/Streymur 0 stig
9.B68 0 stig
10.ÍF 0 stig

Ein dyst fleiri

[object Object]
Ingi Jonhardsson spældi aftur væl á vinstra bakki. Hann og liðfelagirnir vóru lættir um, at trý stig aftur komu í hús (Mynd: Sverri Egholm)

Í dag - leygardagin 16.03
17.00: B36 - KÍ
18.00: NSÍ - Skála

Í morgin, sunnudagin 17.03:
15.00: ÍF - 07 Vestur
17.00: EB/Streymur - B68


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder