Hóskvøldið boðaði Havnar Bóltfelag frá, at felagið hevur endað samstarvið við André Olsen.
Seinasti dystur hjá toftamanninum við róðrið var 3-1 tap á Argjum. Mitt í einari gongd, sum felagið sjálvt skýrir sum "vánaliga".
Og um hugt verður eftir fleiri av ársins avrikum, og hvar HB liggur á stigatalvuni - á 6. plássi við 15 stigum eftir 13 umfør - eru tað ikki skelkandi tíðindini. Serliga ikki tá vit taka greiða rákið hjá Havnar Bóltfelag við: Venjarasetrið hjá flaggskipið felagsins er ofta glóðheitt.
Hesa øldina skiftir HB í miðal venjara so at siga árliga, og um vit taka tey seinastu seks kappingárini, frá 2021 og til og við 2026, hevur HB skift fastan venjara fimm ferðir.
Tað vil siga, at í fimm av seinastu seks kappingarárinum, hevur felagið slitið samstarvið við ein høvuðsvenjara mitt í kappingarárinum. Í øllum førunum er skiftið farið fram undan summarsteðginum.
2021
Byrjaði árið: Jonas Dal Andersen (DK)
Tók við: Kevin Schindler (TÝS) *
2022
Byrjaði árið: Kim Engstrøm (DK)
Tók við: Dalibor Savic (SVØ)
2023
Byrjaði árið: Dalibor Savic (SVØ)
Tók við: Jákup Martin Joensen (FØ)
2024
Byrjaði og endaði árið: Adolfo Sormani (IT) **
2025
Byrjaði árið: Adolfo Sormani (IT)
Tók við: André Olsen
Samanlagt sjey skifti í sessinum, og skjótt tað áttanda, síðani HB vann greipuna undir Jens Berthel Askou í 2020
* Allan Dybczak stóð sum høvuðsvenjari til nógvar dystir, tí Schindler ikki hevði neyðugu pappírini
** Sormani er einasti venjarin síðani 2020, sum hevur sitið eitt heilt kappingarár í HB
![]()
Adolfo Sormani, sum eins og Jákup Martin Joensen árið frammanundan, vann Løgmannsteypið við HB. Italiumaðurin var í starvinum í nærum eitt og eitt hálvt ár (Mynd: Sverri Egholm)
Í roynd og veru hevur talan verið um seks venjarabroytingar uppá undir fimm ár: Frá Schindler til nú. Júst týskarin og Jákup Martin Joensen tóku við mitt í kappingarári, hildu fram kappingarárið út men síðani fór eitt skifti aftur fram.
André Olsen tók sjálvur við sum fyribils venjari í mai í fjør. Eftir nøkur góð úrslit varð sáttmáli gjørdur fyri restina av árinum, og í oktober gjørdu Havnar Bóltfelag og 35-ára gamli venjarin ein tvey-ára sáttmála.
Hesin er ikki galdandi enn, og tað er ikki endaliga staðfest, hvør skal standa á odda fyri HB-liðnum í grannauppgerðini móti B36 sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald