 
                
                        
Um eitt ár skiftir Mikkel Hansen tað veruliga París út við "Nordens Paris", ið Aalborg onkutíð verður nevnt. Aalborg Håndbold er framsøkið og vil staðfesta seg sum besta lið í Danmark og kappast millum tey bestu í Evropa. Í hesum skal maðurin við 24-talinum á rygginum og hárbandinum vera ein lykil, men í gjár sló Aalborg fast, at liðið longu nú kann gera seg galdandi - og tað gekk útyvir Mikkel Hansen, ið framvegis ikki hevur roynt at vunnið Champions League.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/06/13/890x590/1623548021gpgmg5je9v.jpg)
Mikkel og hinir hjá PSG høvdu meira at fegnast um fyrstu smáu 40 minuttirnar, men so vendist dysturin (Mynd: EPA)
Í áttandapartsfinalunum vann Aalborg seg víðari móti Porto orsakað av fleri málum á útivølli, og í fjórðingsfinaluni vann norðurjútska liðið púra óvæntað á øðrum av týsku risunum, Flensburg-Handewitt. Harvið møtti liðið hjá Stefan Madsen upp í Köln til Final Four hetta vikuskifti. Tað varð væntað, at risin ur París fór at koppa dønunum og sviiunum á liðnum úr Aalborg uttan stórvegis himpr í hálvfinaluni, og PSG var eisini omaná í fyrra hálvleiki, og tíggju minuttir inn í 2. hálvleik varð munurin fimm mál fyri fyrstu ferð í dystinum.
Men so kom undi Simon Gade í gongd í málinum, sviin Felix Claar gav PSG-verju og málverja høvuðbrýggj, og teir í hvítum reisti seg sum eitt lið. Mitt í 2. hálvleiki var munurin minkaður niður í eitt mál, og so leikaði heilt javnt á. Toppskjúttin Claar skoraði til 30-29, tá fimm minuttir vóru eftir, Aalborg slepti ongantíð leiðsluni aftur, og so var ein øðilig gleði í donsku leguni, meðan vónbrotið hjá Mikkel Hansen og co, ið eisini taptu hálvfinaluna í størstu evropeisku kappingini í fjør, var stórt.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/06/13/890x590/1623548011bc1ml31xso.jpg)
Tað eydnaðist ikki hjá PSG at halda Felix Claar í seinna hálvleiki. Sviin gjørdist toppskjútti í dystinum við átta málum ![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/06/13/890x590/1623548029gzjwhhuu3v.jpg) Stefan Madsen hevði sanniliga nógv at fegnast um í gjár (Mynd: EPA)
Stefan Madsen hevði sanniliga nógv at fegnast um í gjár (Mynd: EPA)
Tað er fyrstu ferð í 45 ár, at eitt danskt felag er í Champions League-finaluni, og hetta verður mett sum eitt av størstu avrikunum nakrantíð. Í 1976 tapti Fredericia KFUM finaluna, og tað er eisini sannlíkt, at Aalborg tapir fyri Barcelona í Kiel í kvøld. Katalanska liðið er stórfavorittur. Í gjár vann Barcelona á Nantes í hinari hálvfinaluni eftir at hava verið á odda í næstan 60 samfullar minuttir. Í fjør tapti Barcelona finaluna fyri Kiel, men nú skal 40-ára gamli Raul Enterrios royna at fáa eitt seinasta gull við felagi sínum í hús, og har er ein rúgva av øðrum navnframum spælarum á Barcelona-liðnum.
Kelda: TV2.dk
Champions League Final Four
Lanxess Arena, Köln  - Í gjár, leygardagin 12. juni
Hálvfinalur
PSG - Aalborg Håndbold 33-35 (15-13)
Barcelona - Nantes 31-26 (15-13)
Í dag - sunnudagin 13. juni
Dystur um 3. plássið
(14.15): Nantes - PSG 
Finala
(17.00): Barcelona - Aalborg Håndbold
Dystirnir kunnu síggjast á Viaplay
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald