Fótbóltur

Finalan í AFCON stendur fyri framman

Algeria og Senegal skulu dystast um heitið í Kairo í kvøld.

Mazhrez og Algeria vóru omaná, tá liðini hittust í bólkaspælinum. Nú skulu Mané og Senegal reisast og royna at vinna sítt fyrsta AFCON-heiti (Mynd: EPA)

Mazhrez og Algeria vóru omaná, tá liðini hittust í bólkaspælinum. Nú skulu Mané og Senegal reisast og royna at vinna sítt fyrsta AFCON-heiti (Mynd: EPA)

2019-07-19 16:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan er um tvey lið, sum á dramtiskan hátt vunnu sína hálvfinalu. Talan er um tvey lið, ið fyrr hava loypt hvøkk á í HM-endaspølum: Algeria í 1982 við at vinna á 2-1 á Vesturtýsklandi, ið kom í finaluna tað endaspælið, og Senegal í 2002 við at vinna byrjanardystin ímóti heimsmeistarunum Fraklandi og koma heilt í fjórðingsfinaluna í sínum fyrsta HM-endaspæli. Talan er eisini um tvey lið, ið ikki hava stolta søgu í afrikanska meistaraheitinum. 

Finalan í egyptiska høvuðsstaðnum er nummar 32 í røðini. Algeria hevur frammanundan bert luttikið í tveimum teirra og Senegal í einari. Norðurafrikanska liðið tapti finaluna ímóti vertstjóðini Nigeria í 1980, men vann sítt fyrsta heiti tíggju ár seinni, tá landið sjálvt var vertur. Í finaluni lønti Algeria nigeriubúgvum aftur
Senegal kom í sína fyrstu finalu í 2002, nakrar mánaðir frammanundan frálíka avrikinum til HM, men tapti ímóti Kameroon eftir brotssparkskapping. 

Á báðum liðunum í kvøld er nakrir profilar frá evropeiskum fóbólti. Riyad Mahrez úr Manchester City (Algeria) og Saido Mané úr Liverpool (Senegal) loypa í eyguni. Mahrez avgjørdi hálvfinaluna ímóti Nigeria við frálíkum frísparksmáli í 95. minutti. Algeria hevur vunnið allar dystirnar í kappingini (fjórðingsfinaluna ímóti Fílabeinsstrondini eftir brotssparkskapping) og hevur ikki tapt ein dyst síðani  oktober í fjør. Millum sigrarnar er 1-0 sigurin á júst Senegal í bólkaspælinum. Hetta var fyrsti ósigurin hjá liðnum hjá Aliou Cisse síðani 1-0 tapið fyri Kolumbia í avgerandi dystinum í HM-bólkaspælinum seinasta summar.

Lagt er upp til eina sera spennandi finalu í kvøld. Liðini eru mest sum jøvn og veddingarfyritøkurnar hava ilt við at taka dagar ímillum Algeria og Senegal. Tað kann væl enda í longdari leiktíð og/ella brotssparkskapping. Fyrsta bríksl í Kairo er klokkan 20.00.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder