Hondbóltur

Finalan um finaluna

Neistin vann fyrra dystin við átta málum - H71 vann hálvfinalu nummar tvey við átta málum. Í kvøld klokkan 19.30 bresta tey saman aftur í Hoyvík, og nú er tað elt ella einki.

H71 loysti upp fyri nøkrum tingum móti Neistanum leygarkvøldið. Spurningurin er so, hvønn veg tað koppar í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

H71 loysti upp fyri nøkrum tingum móti Neistanum leygarkvøldið. Spurningurin er so, hvønn veg tað koppar í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-20 14:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Higartil hevur talan verið um tvær heilt ymiskar FM-hálvfinalur millum menninir hjá Neistanum og H71. 

Fyri átta døgum síðani var blái múrurin stinnur, Aleksandar Sasha Lacok stongdi Neista-málið í løtum, og teir í bláum komu hinvegin ofta til góðar skotmøguleikar. H71 fekk ikki heil ikki sítt spæl heilt at koyra, fekk ikki sett verjuna rætt í løtum og megnaði ikki at fylgja við Neistanum, sum tyktist betri fyri og betri fyrireikað, seinastu minuttirnar.

[object Object]
Ovi Lützen, Ísak Vedelsbøl, Sasha Lacok og hini høvdu gott tamarhald á hoyvíkingum í fyrsta dystinum (Mynd: Sverri Egholm)

Í Hoyvík fekk H71 hildið stóra strikuspælaranum Ísak Vedelsbøl - hann fór frá átta málum til null, serliga tí at hoyvíkingar so at sga stongdu fyri innspølum - Pauli Jacobsen stóð ógvuliga væl, og Neistin manglaði loysnir so at siga allatíðina.. Álopsspælið hjá hoyvíkingum fleyt eisini betri, teir vóru tryggir í vongspælinum m.a. og fingu eisini fleiri kontramál.

Sí tilfar frá fyrstu hálvfinaluni:
Finalupláss hómast hjá Neistanum
Myndir: Neistin - H71 hálvfinala 1

Samrøður:
- Tróndur: Vóru eina tonn skarpari - Sasha var heilt stóri munurin
- Neistin: Pauli: Tapa ov nógvar nærdystir

Sí tilfar frá hálvfinalu nummar tvey: 
H71 hølvaði Neistan av í hálvfinalu nummar tvey
Myndir: H71 - Neistin

Samrøður: 
Ricardo Oliveira: - Eru nakað fjálturstungnir og fáa ikki spælið at flóta
Peter Krogh: Eru nógv meira til reiðar til hesa hálvfinaluna

Hjá liðunum snýr tað seg harvið um at finna tey tingini fram, ið eydnaðust so væl hjá teimum í ávíkavist fyrra og seinna dystinum og betra um lýtini. Peter Krogh var eisini inni á, at H71 hevði sett seg betri upp sinnisliga til seinna dystin - liðið fann ikki eitt høgt gervi í Høllini á Hálsi, nú tað er nakað síðani hoyvíkingar hava spælt veruliga týðandi dyst - Neisitn spældi "alt ella einki fjórðingsfinalu" á Skála fyri tveimum vikum síðani.

Hjá Neistanum er tað eisini tann sinnisligi parturin. Portugisiski høvuðsvenjarin var inni á hesum í samrøðuni, sum leinkja er til omanfyri. Tað vóru kanska eyka nervar á leygarkvøldið, tí finaluplássið kundi koma í hús leyarkvøldið. Neistin hevur eisini eitt lutfalsliga ungt lið, og ikki so nógvir hava staðið í líknandi støðum, sum teir hjá H71.

[object Object]

[object Object]
Tað vera heilt sikkurt aftur nógvir áskoðarar í Hoyvíkshøllini í kvøld (Myndir: Sverri Egholm)

At triðja hálvfinalan verður spæld í Hoyvík kann eisini hava sína ávirkan. Har hevur H71 bygt nógvar varðar, og eru tað heilt vandar umstøður hoyvíkingum. Teinurin niðan hjá teimum í bláum er tó ikki beinleiðis langur, Neistin skipar eisini fyri upphiting og tað vera heilt víst nógv viðahaldsfólk hjá Neistanum, sum fara at koyra á lið sítt í høllini, ið er ov lítil til slíkar stórar dystir.

Trýst verður lagt á bæði liðini og eisini á hvørja avgerð hjá dómarunum. Fyri tey uttanveltaði hevði tað verið best, um hendan avgerandi hálvfinalan lendi á einum staði millum hinar báðar hálvfinalur: Tað vil siga ein dyst, har tað er nærum púra javnt á máltalvuni, og har tað er inntensitetur í og spenningur í til tað síðsta. Tað kann fara at snúgva seg um, hvør er kaldari, men eisini um hvør fær verjuna at sita best og málverjan í gongd.

FM-hálvfinala 3
Hoyvíkshøllin, hósdagin 20. apríl 
19.30: H71 (1) - Neistin (1)

Portalurin verður til staðar í Hoyvík í kvøld, har vit hava dystarfrágreiðin, myndir og samrøður

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder