Hoyvíkingar løgdu seg á odda 4-2, beint áðrenn klokkan í Høllini á Hálsi vísti níggju minuttir. Síðani gingu næstan níggju minuttir, til teir skoraðu aftur: Tá minkaði Niklas Hanusarson til 6-5, og H71 var ongantíð á odda aftur.
Tað var serliga Sasha Lacok í málinum og ein sterk verja, ið gjørdu munin. Bert átta mál komu inn fyri steðgin, og ungi málverjin hevði fleiri góðar og umráðandi bjargingar í seinna hálvleiki eisini.
H71 fekk sjálvdan veruliga loyst upp. Tað var líka ein løta miðskeiðis í seinna hálvleiki, har Rói Ellefsen á Skipagøtu gjørdi bart, at H71 kom undir liðuna á Neistanum. Heimaliðið skoraði tó átta útav teimum næstu tíggju málunum, og so var leyst og liðugt.
Torstein Balle vendi í vetur aftur til barndómsfelagið eftir lesnað í Danmark. Lámi vongurin gevur Neistanum nakað í millum annað kontraspælinum - hann skoraði fýra ferðir í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Mongu og larmandi Neista-viðhaldsfólkini kundu stórfegnast (Mynd: Sverri Egholm)
Fleiri myndir síggjast her
Fleiri av Neista-málunum vóru heilt vælspæld, og eins og í fjórðingsfinaluni á Skála skírisdag vístu teir í bláum seg at megna væl at skora ymsastaðni frá. Tróndur Kragesteen var stóri málskjúttin við níggju málum - royndi spælskiparin vísti aftur sítt hegni - og á strikuni var 18-ára gamli Ísak Vedelsbøl aftur framúr: Bæði í álopi og í verju.
H71 skal lyfta sítt spæl, um liðið skal hava møguleika at vinna greipuna. Tað jaliga fyri føroyameistarar er, at málúrttøkan ikki telur: Vinnur H71 leygardagin, skal ein triðja og avgerandi finala til í Hoyvík hósdagin 20. apríl. Seinast Neistin var í FM-finalunum var í 2019. Tað var móti júst H71. Um tað eydnast Neistanum at vinna aftur leygarkvøldið
FM Hálvfinalur 1
Í kvøld, mikudagin 12. apríl
Neistin – H71 28-21
Toppskjúttar: Tróndur Kragesteen 9 mál, Ísak Vedelsbøl 7 mál - Bogi Hansen 8 mál
Sí dómaraseðil her
Sí samrøðu við Trónd Kragesteen her
Í morgin, hósdagin 13. apríl
18.30 Team Klaksvík – VÍF
Seinna hálvfinalan:
Leygardagin 15. apríl
18.00: H71 - Neistin
Hondbóltur
Finalupláss hómast hjá Neistanum
Hetta eftir 28-21 sigur á H71 í fyrru hálvfinaluni. Neistin var so at siga omaná allan dystin í Høllini á Hálsi í kvøld, og ungi málverjin var ein teirra, ið gjørdi stóran mun.
Neistin rann undan H71 seinastu løtuna. Hálvfinala nummar tvey verður í Hoyvík leygarkvøldið - um Neistin vinnur, so er hon avgerandi (Mynd: Sverri Egholm)
2023-04-12 22:08
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald