Hondbóltur

Video: - Eru nakað fjáturstungnir og fáa ikki spælið at flóta

H71 fær stegðað okkara strikuspælið, og málverji teirra var sera góður. Nú skulu vit arbeiða við tingunum fram til hósdagin, har vit fara at stríðast alt vit eru mentir fyri at koma í finaluna, sum er málið hjá Neistanum, sigur høvuðsvenjarin Ricardo Oliveira.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-04-15 20:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Neistin rakti als ikki sama støðið sum mikukvøldið, tá liðið í dag spældi hálvfinalu nummar tvey í Hoyvík.

H71 lat bert 19 mál inn, og Pauli Jacobsen var sera góður. Hetta ásannaði portugisiski høvuðsvenjarin hjá Neistanum eftir dystin.

Ricardo Oliveira sigur, at lið hansara føldi seg heldur fjálturstungið, tí eitt finalupláss var uppá spæl. Tá so mistøk vóru gjørd, og verjan hjá H71 so at siga fekk stongt fyri strikuspælinum, so gjørdist tað verri.

Ricardo Oliveira staðfestir fyri Portalinum, at teir í Neistin nú fer at hyggja uppá, hvussu teir kunnu betra millum annað álopsspælið fram ímóti hósdegnum. Tá er tað ein finala um at koma í finaluna: Vinnarin av triðju hálvfinaluni, ið eisini verður í Hoyvíkshøllini, spælir seg í FM-finalurnar.

- Hetta hevur verið málið hjá okkum, síðani vit byrjaðu at venja í august. So vit fara at leggja so nógv fyri sum gjørligt og stríðast fyri hesum finaluplássinum. Tað hava felagið, áskoðarnir og spælararnir uppiborið, sigur venjarin.

Hoyr alla samrøðuna við Ricardo Oliveira, sum er á enskum, ovast.

Onnur FM-hálvfinala 
Leygardag 15. apríl
H71 - Neistin 27-19 (14-9)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder