Mikukvøldið vann Neistin við átta málum í fyrstu FM-hálvfinaluni móti H71. Hesaferð spældu liðini í Hoyvíkshøllini, og nú var vent í holuni: H71 vann við átta málum.
Heimavøllurin er eitt, men svarið uppá stóra munin frá fyrstu hálvfinaluna til hesa, skal helst serliga finnast í, at H71 hevði ein krútsterkan verjupart í kvøld. Hetta hevur so stóran týdning í slíkum dystum, og tað sást í kvøld. Bert 19 mál fóru ígjøgnum hjá heimaliðnum.
Eitt er tað, at landsliðmálverjin Pauli Jacobsen hesaferð bjargaði yvir 40 prosent av skotunum, men so var tað eisini verjumúrurin frammanfyri: Peter Krogh, Niklas Højgaard Hanuasarson og Sveinur Olafsson vístu serliga styrki, og eisini Rói Ellefsen á Skipagøtu í báðum endum av vøllinum. Tað var sera torført hjá Neistanum at koma ígjøgnum mitt fyri, og tað eydnaðist ikki at fáa strikuspælið í gongd. Sterki Ísak Vedelsbøl skoraði samanlagt 15 mál í fjórðingsfinaluni og í fyrstu hálvfinaluni, men í dag fekk ungi strikuspælarin einki.
Aleksandar Sasha Lacok var framúr í Neista-málinum mikukvøldinum. Hesuferð fekk ungi maðurin ikki veruliga fatur á skotinum. Sum heild tyktiskt ymiskt ikki at vera heilt í samljóði í verjuni hjá teimum blákløddu, og hóast lykilin hjá heimaliðnum vóru verjan og Pauli, so gjørdi framhaldandi málskjótingin eisini tað, at Neistin ikki fekk nærkast.
H71 skoraði fýra mál á rað miðskeiðis í fyrra hálvleiki, munurin kom upp á fimm mál, og tað gjørdist ongantíð heilt tætt aftur. Neistin royndi at fáa fatur aftur eftir stegðin - hesa løtuna vildu teir í bláum hava fleiri brotskøst, enn teir fingu og fleiri útvísingar til H71, enn tær, sum vóru dømdar. Sum heild stóðu hoyvíkingar tó ov væl, og seinastu løtuna skiftu liðini nógv út.
Ein triðja og avgerandi FM- hálvfinala var longu í huganum. Hon verður her í Hoyvík hóskvøldið 20. apríl. Spurningurin er so, um annað liðið fer at hava eitt greitt yvirtak - sum tað higartil hevur verið - ella um tað verður heilt javnt og spennandi upp til seinasta bríks.
FM-hálvfinalur nummar tvey
Í dag, leygardagin 15. apríl
H71 - Neistin 27-19 (14-9)
Sí dómaraseðil her
Sunnudagin 16. apríl
19.00: VÍF - Team Klaksvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald