Fótbóltur

Finalan verður endurtikin: Liverpool trekti Real Madrid

Trý norðurlond eru eftir í evropeisku kappingunum. Svenska Djurgaarden hevur tryggjað sær pláss í 1/16-finalunum í Europa League. FC Midtjylland og Bodø/Glimt skulu spæla play-off í ávikavist Europa League og Conference League.

Frá Champions League finaluni í mai. Liverpool og Real Madrid hittast hesaferð longu í 1/16-finalunum (Mynd: EPA)

Frá Champions League finaluni í mai. Liverpool og Real Madrid hittast hesaferð longu í 1/16-finalunum (Mynd: EPA)

2022-11-07 16:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Liverpool móti verandi Real Madrid og PSG móti Bayern München.

Hetta er bert tveir av stórdystunum, ið fótbóltsfjepparar kunnu síggja fram til, tá farið verður í gongd til 1/16 finalurnar tá Champions League byrjar aftur í februar.

Tað serliga við fyrrnevnda dystinum er, at hetta var talan um somu feløg, sum spældu Champions League finaluna fyrr í ár. Real Madrid vann dystin, sum varð spældur í Paris við 1-0.

Lutakast var í Sveits í dag millum feløgini , sum spældu seg víðari úr bólkaspælinum. Dystirnir verða hesir:

RB Leipzig (Týskland) – Manchester City (Ongland
Club Brügge (Belgia) – Benfica ( Portugal)
Liverpool (Ongland) – Real Madrid (Spania)
AC Milan (Italia) – Tottenham (Ongland)
Eintracht Frankfurt (Týskland) – Napoli (Italia)
Borissia Dortmund (Týskland) – Chelsea (Ongland)
Inter Milano (Italia) – Porto (Portugal)
Paris St. Germain (Frakland) – Bayern München (Týskland)

Fyrru 1/16 finalurnar verða spældar frá 14 til 22. februar og so aftur millum 8. og 15. mars.

United og Barcelona hittast í play-off

Í Europa League skulu tey spæla tveir play-off dystir í februar, áðrenn farið verður undir 1/16 finaluriar, her hesi lið longu eru klár: Union Saint-Gilloise (Belgia), Arsenal (Ongland), Freiburg (Týskland), Ferencvaros (Ungarn), Feyenoord (Niðurlond), Real Betis og Real Sociedad (Spania) og Fanerbache (Turkaland).

Lutakastil til play-off dystirnar fall soleiðis:

Barcelona (Spania) – Manchester United (Ongland)
Juventus (Italia) – Nantes (Frakland)
Sporting CP (Portugal) – FC Midtjylland (Danmark)
Shakhtar Donetsk (Ukraina) – Rennes (Frakland)
Ajax (Niðurlond) – Union Berlin (Týskland)
Bayer Leverkusen (Týskland) – Monaco (Frakland)
Sevilla (Spania) – PSV Eindhoven (Niðurlond)
RB Salzburg (Eysturríki) – Roma (Italia)

Í Conference League hava hesi londini longu spælt seg í 1/16-finalurnar: West Ham (Ongland), Nice (Frakland), AZ Alkmaar (Niðurlond), Sloan Bratislava (Slovakia) Villareal (Spania), Djurgården IF (Svøríki) og Basaksehir og Sivasspor (Turkaland).

Hesi feløg skulu spæla play-off dystir í februar:

Qarabag (Asarbajan) – Gent (Belgia)
Trabzonspor (Turkaland) – Basel (Sveits)
Lazio (Italia) – CRF Cluj (Rumenia)
Bodø/Glimt (Noreg) – Lech Poznan (Poland)
Braga (Portugal) – Fiorentina (Italia)
AEK Larnaca (Kypros) – Dnipro-1 (Ukraina)
Sheriff Tiraspol (Moldova) – Partizan (Serbia)
Ludogorets Razgrad (Bulgaria) – Anderlecht (Belgia)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder