
Verður tað Kyndil ella StÍF, sum skal royna at vinna FM-heitið frá H71?
Les eisini: H71 skal verja steypið móti Kyndli ella Stíf
Hendan spurningin fáa vit svar uppá í kvøld, tá klokkan er farin nakað av 20. Tað kann eisini gerast longd leiktíð - hetta er, um tað endar við javnleiki.
StÍF vann fyrstu hálvfinaluna við fýra málum. Hetta var á Skála hóskvøldið. Sunnudagin svaraði Kyndil aftur á Hálsi, har munurin eisini varð fýra mál. Tá fekk Kyndil sítt spæl at koyra nógv betri.
Lagt er upp til ein spennandi triðja dyst. Kyndil hevur verið besta liðið gjøgnum árið, men StÍF hevur prógvað, at á degnum kann man væl og virðiliga knógva øllum.
Finalusvongdin er stór í báðum legunum, og StÍF ger nógv burturúr við upphiting á Strondum og bussi til Havnar. StÍF skal millum annað spæla uttan Svein Justinussen í kvøld.
Triðja og avgerandi FM-hálvfinalan millum Kyndil og StÍF byrjar klokkan 19 á Hálsi. Dysturin kann stroymast á live.hsf.fo. Til ber at fylgja gongdini ovast á portal.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald