Seinastu vikurnar hava níggu av liðunum í Betrideildini spælt í sonevndu VFF Cup. Vetrarkappingin hjá Venjarafelagnum hevur seinastu árini verið skipað á tann hátt, at fimm umfør verða spæld frá miðskeiðis í januar til væl inn í februar, áðrenn finaluumfar er á skránni í høvuðsstaðnum.
Í ár hevur KÍ ikki luttikið, av tí at føroyameistararnir vóru á venjingarlegu og til venjingarkapping í Portugal. AB, sum í 2024 skal spæla í 1. deild, hevur verið við í kappingini sum tað tíggjunda liðið.
Til finaluumfarið er ein broyting neyðug. EB/Streymur er nú farið á venjingarlegu í Spania, og ístaðin skal FC Suðuroy spæla móti AB í seinasta umfarinum. Dysturin millum 1. deildarliðini verður á Argjum.
Les eisini: EB/Streymur á venjingarlegu í Spania
Allir hinir dystirnir í finaluumfarinum skulu spælast í Gundadali - tríggir á Tórsvølli og HB - B68 á Ovara Vølli.
Skráin fyri seinasta umfar (Skíggjamynd: FaroeSoccer)
07 Vestur og ÍF leggja fyri longu klokkan 11, og finalan byrjar klokkan 16. Tað eru Eysturoyarfeløgini, Víkingur og NSÍ, ið skulu stríðast um steypið.
Víkingur hevur fleiri stórsigrar í kappingini og skipaða og samanspælda eindin hjá Jóhan Peturi Poulsen hevur ikki latið nakað mál inn ig millum annað vunnið 7-0 í Havn móti HB. NSÍ er uppflytari men hevur higartil sæð spennandi út. Nú skal liðið hjá Jens Wedeborg - við millum annað Peturi Knudsen og Klæminti Olsen fremst - royna seg móti víkingunum.
Jørgen Nielsen skorar her fyri NSÍ í Sarpugerði. Nú spælir ungi áleyparin við Víkingi, sum í morgin dystast við júst NSÍ. Jørgen hevur skorað nógv mál í uppstartinum (Mynd: Sverri Egholm)
1. umfar í Betrideildini byrjar um tríggjar vikur, og nú gerast stykisroyndirnar uppaftur meira áhugaverdar. Til ber at fylgja við gongdini á forsíðuni hjá Portalinum - hetta er í samstarvi við dystir.fo. Øll skráin sæst eisini har.
Stigatalvan eftir fimm umfør:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald