Manningin á Norðingi hjá Norðdepils-Hvannasunds Róðrarfelag hevur fingið hópin av tilboðum um avloysarabát at rógva í, nú tað frættist, at hol kom á 10-mannafarið Norðing eftir róðurin á Sundalagsstevnuni.
Manningin, sum tók øll á bóli við at vinna fyrsta róðurin á Norðoyastevnu í ár, ásannar nú, at tað eru stórar avbjóðingar við at rógva við einum gomlum báti, sum hevur staðið so leingi uppi á turrum, sum tilfeldið er við Norðingi.
Manningin skrivar í eini dagføring á Instagram, at felagið nú hevur “ein flota av 10-mannaførum at velja ímillum”. Sum skilst er støða ikki enn tikin til, hvussu verður, men teir lova at vera við á Vágsfirði á Jóansøku.
Vis dette opslag på Instagram
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald