Oyggjaleikir 2023

Finn tapti gullið í umskjótingini

Vann bronsu í 1993, síðan hevur verið medaljuturkur til í ár. Í gjár fekk hann bronsu i liðkappingini og í dag silvur í einstaklingakappingini.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-11 16:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

56 ára gamli skjúttin Finn Ludvig vann silvurheiðursmerki í trap-skjótikappingini í dag.

Tað gjørdist ein sera spennandi kapping. Í innleiðandi umførunum var um reppið, at Finn Ludvig ikki kom í finaluna. Hann hevði sett sær sum mál at enda millum teir seks bestu og skjóta í finaluni.

Tað eydnaðist við einum góðum seinasta umfari í innleiðandi kappingini.

Tá finalan loksins byrjaði eftir nakrar trupulleikar við kastimaskinunum, vísti tað seg, at Finn og maðurin av Menorca vóru teir stinnastu.

Teir vóru seks í finaluumfarinum, og ein fyri og annar eftir fóru teir út til bara Finn Ludvig og Juan Manuel Bagur Bosch vóru eftir.

Finn var framman fyri við tveimum dúgvum, tá síðsta umfar við 10 dúgvum skuldi skjótast. Her rakti Menorca búgvin væl, meðan Finn kiksaði nakrar, so tá liðugt var, stóð á jøvnum.

Umskjóting – sudden death. Tað vil siga, at teir skuldu skjóta inntil annar ikki rakti. Fyrstu og aðru ferð raktu báðir. Triðju ferð rakti Menorca-búgvin, meðan Finn misti.

Harvið tapti oyggjaleikaveteranurin gullið, men vann silvurið. Finn Ludvig var fyrstu ferð við á oyggjaleikum í Álandi í 1991 og á Isle of Wight í 1993, vann hann heiðursmerki - úr bronsu. Síðan hevur hann luttikið fleiri ferðir, tó uttan at vinna heiðursmerki. Til í gjár, tá hann vann bronsu í liðkappingini.

Í dag gjørdist tað til eitt flott silvurheiðursmerki. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder