Fótbóltur

Finnland sera tætt við at spæla seg til EM

Svøríki var líka við at vinna á Spania, meðan møguleikarnir hjá Norra um eitt EM endaspæl fánaði. Á heimavølli tók Finnland eitt stórt fet móti EM endaspælinum.

Teemu Pukki skoraði tvey mál fyri Finnland í kvøld (Mynd: Getty Images)

Teemu Pukki skoraði tvey mál fyri Finnland í kvøld (Mynd: Getty Images)

2019-10-15 22:30 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Níggju dystir vóru á skránni í EM undankappingini í kvøld.

Í bólkinum hjá Føroyum vóru tveir týðandi dystir í kappingini um at spæla seg til EM.

Á Friends Arena í Stokkhólmi tók Svøríki ímóti Spania. Fimm minuttir inn í seinna hálvleik legði Marcus Berg sviar á odda. Og leingið sá út til at 1-0 fór at vera endaliga úrslitið, og sviar fóru at taka eitt stór fet móti EM endaspælinum, men tveir minuttir inn í yvirtíðina javnaði Rodrigo fyri Spaniólar, og harvið fingu liðini eitt stig hvør.

Norra vitjaði í Rumenia, har teir helst skuldi vinna fyri at halda lív í vónini um at spæla seg til EM endaspælið. Men tað var Rumenia sum legði seg á odda eftir ein tíma, har tað var Ionut Mitrita ið skoraði. Og leingi sá út til at Rumenar fóru at fara avstað við øllum trimum stignum, men eins og í dystinum í Svøríki kom eitt útjavnandi mál tveir minuttir inn í yvirtíðina, tá Alexander Sørlot skoraði fyri Norra, og tryggjaði teimum harvið eitt stig. Tað at tað bert bleiv til eitt stig ger tó, at tað sær øgiliga trupult út fyri Norra, at spæla seg til EM endaspæli.

Á heimavølli tók Finnland eitt stórt fet ímóti, at spæla seg til endaspæli í 2020, tá teir vunnu 3-0 á Armenia, samstundis sum Bosnia og Hersegovina tapti í Grikkalandi. Glóðheiti áleyparin Teemu Pukki skoraði tvey mál fyri finnar, meðan Fredrik Jensen skoraði eitt. Finnland møtir aftasta liðinum í bólkinum Liktinstein komandi dyst, og vinna teir tann dystin, hava teir tryggja sær luttøku í EM endaspælinum 2020.

Úrslitini í kvøld

Bólkur D

Gibraltar – Georgia 2-3

Sveis – Írland 2-0

Støðan:

Írland 12 stig (7 dystir)

Danmark 12 stig (6 dystir)

Sveis 11stig (6 dystir)

Georgia 8 stig (7 dystir)

Gibraltar 0 stig (6 dystir)

 

Bólkur F

Føroyar – Malta 1-0

Rumenia – Norra 1-1

Svøríki – Spania 1-1

Støðan: (øll liðini hava leikt 8 dystir)

Spania 20 stig

Svøríki 15 stig

Rumenia 14 stig

Norra 11 stig

Føroyar 3 stig

Malta 3 stig

 

Bólkur G

Ísrael – Lettland 3-1

Støðan: (øll liðini hava leikt 8 dystir)

Pólland 19 stig

Eysturríki 16 stig

Norðurmakedonia 11 stig

Slovenia 11 stig

Ísrael 11 stig

Lettland 0 stig

 

Bólkur J

Finnland  - Armenia 3-0

Grikkaland – Bosnia og Hersegovina 2-1

Liktinstein – Italia 0-5

Støðan: (øll liðini hava leikt 8 dystir)

Italia 24 stig

Finnland 15 stig

Armenia 10 stig

Bosnia og Hersegovina 10 stig

Grikkaland 8 stig

Liktinstein 2 stig

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder