Fótbóltur

Finnland skrivaði søgu

Danska liðið sá ongantíð út til at veruliga vera til staðar, tá dysturin varð tikin uppaftur, og Finnland tryggjaði sær ein sigur í sínum fyrsta dysti í einum endaspæli nakrantíð eftir tvey donsk mistøk - tað var tó als ikki fótbóltsspælið, ið fylti á Eysturbrúgv í dag.

Finnar fingu einasta málið í dystinum, ið varð nógv merktur av støðuni við Christian Eriksen (Mynd: EPA)

Finnar fingu einasta málið í dystinum, ið varð nógv merktur av støðuni við Christian Eriksen (Mynd: EPA)

2021-06-12 21:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan gjørdist ikki um eitt kvøld, har fótbólturin var í hásæti - hóast tað var fótbóltur, ið varð spældur. Hevði tað verið tað, hevði tað nú veruliga verið sett sjóneykuna á danska landsliðið fyri at dumpa í byrjanardystinum móti Finnlandi, ið spældi sín fyrsta dyst í einum endaspælið nakrantíð.

Finnar vunnu 1-0 í Parkini, men hóast úrslitið í sær sjálvum er meira enn ein lítil skelkur, so er tað einki afturímóti hendingini í 40. minutti, tá Christian Eriksen brádliga small um, og noydist at fáa hjartamassagu á vøllinum.

[object Object]Christian Eriksen á børu á veg av vøllinum (Mynd: EPA)

Tíbetur kom Eriksen fyri seg. Hann er nú innlagdur á Rikissjúkrahúsinum. Meðan hann var til kanningar spældu liðfelagarnir víðari móti Finnlandi. Avgerðin um at spæla dystin lidnan í kvøld, heldur enn tíðliga seinnapartin í morgin varð sambært DBU tikin í samráð við donsku leikarunum, eftir at teir høvdu verið í samband við Christian Eriksen. Í støðuni hevði skelkurin helst ikki lagt seg, kenslurnar vóru nógvar og sterkar - tað sást tá danir vóru klappaðir inn aftur á vøllin hálvan annan tíma eftir hendingina av millum annað finsku leikaranum - og tá hugt verður bakspegilin fer møguliga at verða sagt, at talan var um skeiva avgerð, tí danska landsliðið sá ongantíð út til at vera heilt til staðar, tá teir seinastu 50 minuttirnir umframt tað leysa vórðu leiktir. Tó kann lítið spurnartekin annars setast við, hvussu leikararnir og tey rundanum handfóru støðuna - tað er bara til at hava virðing fyri.

Liðformaðurin Simon Kjær, ið er ógvuliga tættur við Christian Eriksen og familju hansara, og sum var tann fyrsti hjá honum og syrgdi fyri, at 29-ára gamli maðurin av Fjóni ikki svølgdi tunguna, varð útskiftur stutt eftir finska málið. Kjær var ikki skaddur, og tað var ein mann fyri mann útskifting í miðverjuni, so tað kann valla vera annað, enn at miðverjin var ávirkaður av støðuni. Í støðuni var Kjær helst við til at bjarga lívinum hjá Eriksen, hann var við til at samskipa at hinir leikararnir stóðu saman rundanum lílvleysa liðfelaganum og at troysta konuna hjá Christani, ið var komin grátandi inn á vøllin saman við DBU-umboðum.

[object Object]Ein av mongu sterku myndunum frá í dag: Simon Kjær, og Kasper Schmeichel beint aftanfyri, troysta Sabrinu Kvist Jensen, konu Chrstian Eriksen (Mynd: EPA)

[object Object]

Eingin sigur heldur donsku leikarunum ringar fyri, at ikki vera 100 prosent ella upp ímóti tí vanliga, og tað sást eisini, tá Finnland fekk sítt søguliga mál: Eftir innlegg úr vinstru slapp Joel Pohjanpalo ótarnaður uppfrá við aftaru stong - Mæhle fygldi ikki heilt við - og Kasper Schmeichel sló stútaran, sum kom beint á hann frá stuttari fjarstøðu og eftir at hava rakt jørðina, í málið.

[object Object]Poulsen fór um koll, men hetta burdi ikki verið brotsspark (Mynd: EPA)

[object Object]

Danmark hevði bóltin ógvuliga nógv men gjørdi lítið gott við honum. Størsti møguleikin kom í 74. minutti, tá heimaliðið fekk brotsspark, eftir at Yussuf Poulsen meira ella minni datt í finska brotsteignum - har var sum so eingin kontakt. Pierre-Emile Højbjerg royndi seg úr ellivu metrum, men skotið var veikt og Hradecky las miðvallaran, ið eins og aðrir á danska liðnum, var ein skuggi av sær sjálvum.

Hetta var tað tættasta, ið Danmark kom. Finnland var vælskipað í verjustøðu, leikaranri stríddust sera hart og skoraðu uppá sín einasta málmøguleika. Liðið er nú í støðu, har tað veruliga ber til at koma víðari. Danmark skal nú av álvara reisa seg. Belgia - sum er á sigurskós í Russlandi nú - kemur á vitjan í Parkini mikukvøldið. Finnland skal til Russlands.

Bólkur B: 
(Keypmannahavn): 
Danmark - Finnland 0-1 (0-0)
60' Joel Pohjanpalo 0-1

Leygardagin 12. juni klokkan 20 (Sankta Pætursborg): Russland - Belgia (0-2)


Les eisini greinar frá fyrr í kvøld:

Dysturin verður tikin upp aftur um eina løtu
Christian Eriksen er vakin - støðan er stabil

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder